Tá eg minnist barnabøkur

Maðurin, sum skuldi halda hús eftir eftir David McKee kom útí 1973 á Bókadeild Føroya Lærarafelags

 

Tá eg minnist barnabøkur, veit eg ikki um eg minnist barnabøkur. Ella um eg minnist bøkur, onkur hevur tosað um at hava lisið. Ella um eg minnist bøkur, onkur hevur sagt meg hava lisið. Aftaná. Seinni.

Eg minnist bókina um mannin, ið skuldi halda hús. Ikki minst tí, at kúgvin endaði uppi á takinum. Og har var ein hending við smøri.

Eg minnist eisini tær gudiligu bøkurnar, tí eg eri uppvaksin har sum gudiligar bøkur stóðu. “Trúfastir vinir”. Men onki rein við. Um eg minnist rætt. Um eg minnist.

Fyrsta bók eg minnist sjálvstøðugt, sum eina bók eg havi fingið frá onkrum, og sum eg havi lisið, var bókin “Slottið” hjá Franz Kafka. Eg var heilt víst eldri, enn eg haldi meg hava verið, men eg fekk hana í jólagávu frá konu gubba mín. Eg las hana úr enda í annan og kendi meg heima. Ikki í Tjekkoslovakia, men í kenslunum í bókini. Í fremmandageringini. Síðani fór eg at leita eftir fremmandagering. Í bókum og í mær. Gloymdi at minnast, hvat kom fyrst. Fremmandakenslan ella leitanin eftir henni.

Bøkur høvdu minni at siga, tá man var sum eg. Ella sum eg haldi meg minnast at hava verið. Eg eri ikki altíð vísur í, at tann, sum eg minnist meg halda meg hava verið, er tann sami, sum onnur siga seg minnast meg.

Eg byrjaði at skriva, áðrenn eg av álvara byrjaði at lesa. Fór at skriva 7-8 ára gamal. At lesa eitt sindur seinni. Nøkur ár tordi eg ikki at lesa, tí eg varð so fullur av undirlutakenslum tá eg sá, hvussu nógvar ferðir betri øll onnur dugdu enn eg. Minnist meg rætt. Havi tað á sama hátt enn, men eg tori betur at lesa í dag. Minnist meg rætt.

Eg elski orð. Meiri enn eg elski “bøkur”. Orðini eru tey, ið fáa meg at lesa. Orðini, smakkurin av teimum, ljóðini. Ofta ljóða orð lekrari inni í høvdinum, enn tá tú sigur tey hart. Onnur ljóða betur, tá tey verða søgd, enn um tey verða hugsað. Enn ein orsøk at elska tey. Eg eri glaður fyri, at ongin serstøk bókin, undantikið “Slottið”, stendur eftir í minninum. Glaðari enn eg eri fyri, at mítt minni er so holut.



Aftur