Tá ið eg var lítil

Degningsælið eftir Jens Paula Heinesen kom út í 1953 á forlagnum Blaðstarv.

 

Tá ið eg var lítil, gekk eg ofta inn til grannan, Niels hjá Siggu-Jógvani.

Tey áttu eina gamla danska stavingarbók við stórum svørtum støvum og einføldum svørtum og hvítum myndum. Hon lá altíð klár í køkinum, tá ið eg kom inn. Minnist enn, hvussu spennandi tað var, og hvussu eg gleddi meg at fara inn til Niels at lesa. Har lærdi eg gandin í stavunum, tá ið eg var fimm ára gamal, og tað stendur enn í mínum huga sum eina av størstu hendingunum í mínum lívi.

Knappliga gjørdust stavirnir livandi, og eg las alt, sum var fyri hond.

Skjótt sat eg í kirkjuni sunnudagar og sang burtur úr eini tjúkkari danskari sálmabók við gotiskari skrift, sum abbi í Sandavági hevði átt. Sjálvandi skuldi eg hava sálmabók við í kirkju.

Heima hjá okkum vóru mest andaligar bøkur og bløð, summi við smástubbum, sum vóru tíðindi frá missiónsarbeiði úti í heimi, og eini síðu fyri børn. Vit hildu eisini øll tey føroysku bløðini.

Av bókum minnist eg serliga ta stóru og spennandi myndabíbliuna, føroyska álmanakkan og Songbók Føroya Fólks, sum eg hevði á hondum so at siga hvønn dag. Vit sungu nógv heima hjá okkum. Mamma hevði gott mál, og pápi spældi á mandolin.

Í summarfrítíðunum var eg ofta leingi í Nesinum yvir av Vestmanna hjá abba og ommu. Abba dámdi væl at lesa, og har hjá teimum vóru nógvir av klassikarunum, sum eg las so hugagóður, at eg kundi gloyma meg púra burtur í lestrinum.

Skal eg taka nakað fram um annað úr mínum bestu lesiminnum, so er tað ikki nøkur einstøk bók, men tríggjar ymiskar, sum koma fram fyri meg.

Minnist so væl, hvussu hugtikin eg var av ævintýrunum hjá Hans Andriasi Djurhuus. Hann var ein legenda í Sandavági, tí hann hevði verið lærari í bygdini nøkur ár og hevði skrivað nógv av sínum barnsliga tilfari, bæði sangir og søgur, hesi árini í Sandavági. Tað, sum gjørdi tað uppaftur meira spennandi, var, at eg altíð fekk at vita, at ævintýrini høvdu sín uppruna í onkrum, sum var hent í bygdini, og at søgan um steinbítin skuldi vera íkomin av tí, at Tummas, pápabeiggi mín, sum tá gekk í skúla, hevði træts við Hans Andrias um, hvørt steinbítur át øður ella ikki. Tummas var sannførdur um, at tað gjørdi hann, men Hans Andrias ivaðist. Hann hevði ið hvussu er ongantíð kruvt steinbít við øðu í maganum. Nakrar dagar seinni høvdu Tummas og nakrir aðrir dreingir verið við snøri á vágni. Teir høvdu havt øður við til agn. Tá ið teir komu innaftur, stóð Hans Andrias fyri teimum, og hann fekk sjálvandi ein steinbít heim við sær. Og hvat fann hann í maganum, tá í hann kruvdi? Eina stóra øðu - sjálvandi.

So vóru Halgisøgurnar hjá Selmu Lagerlöf, sum Jákup Dahl hevði umsett. Minnist serliga leirfuglarnar í søguni Nasaret, sum Jesus, fimm ára gamal,  hevði gjørt og málað við sólskini úr hyljum á gøtuni, og sum Judas, ið var øvundsjúkur, byrjaði at kroysta undir fótunum. Teir tríggir, sum vóru óskalaðir, fóru á flog, tá ið Jesus klappaði í hendurnar og rópaði til teirra: “Flúgvið, flúgvið.” Tað var so rørandi, at eg fekk klump í hálsin.

Og so tann triðja bókin. Hon kom, tá ið eg var 10 ára gamal. Jens Pauli Heinesen, sum var 10 ár eldri enn eg, og sum eg kendi so væl, tí honum dámdi at tosa við okkum smábørn og altíð hevði  okkurt stuttligt at bera okkum, gav út sína fyrstu bók, Degningsælið. Eg fekk onkursvegna hendur á einum eintaki. Helst varð gingið í húsini at selja hana. Eg las hana úr enda í annan og helt, at Jens Pauli mundi vera heimsins besti rithøvundur, sjálvt um eg lítið mundi skilja av tí, sum eg las. Eg fekk ikki afturhald. Tá vóru bókakassar av Landsbókasavninum komnir til bygdina. Og eg las fyrst tað, sum var í barnabókakassanum, og síðan tað, sum eg slapp at læna úr bókakassanum, sum var ætlaður teimum vaksnu.

Síðan havi eg lisið og lisið og lisið. Og tað hevði eg helst ikki gjørt, um lesihugurin ikki var vaktur í mínum barnaárum.



Aftur