Mín fyrsta lesibók

Fyri nøkrum árum síðani fann mamman eina gamla poesibók hjá systur míni. Bókin er frá 1973. Har, mitt í bókini, standa fýra reglur á rím, og at eg skal hava skrivað tær. Eg var fýra ár tá og dugdi tískil ikki at seta bókstavirnar saman til orð. Helst hevur systir mín endurgivið okkurt, sum eg havi sagt.

Hetta við at tosa upp á rím havi eg arvað eftir pápa mín. Hann svaraði ofta aftur við einum rími, sum hann sjálvur hevði gjørt ella hevði lært seg úr onkrum kvæði.

Tá ið eg fekk Hjørdis Jensen og – seinni sama árið – Daniellu Olsen í føroyskum, hitti eg á fyrsta sinni ta nógv tanlaðu og umtalaðu, grønu bókina: Mín fyrsta lesibók. Eg plagi at siga, at Ása, sum sá eitt/eina á, var mín fyrsti stóri kærleiki. Henda konkretpoetiska yrkingin læt upp ein heim, har eg sjálvur kundi skriva niður orðini, rímini og tankarnar, og enn tann dag í dag er onki betri til í verðini enn at seta seg niður, hvørva niður í orðini og skapa burtur úr orðunum ein heim, sum í fyrsta umfari bara er mín.

Henda bókin hevur ómetaliga stóran týdning fyri meg. Mína egnu lesibók, hana, sum eg fekk í Sands skúla, hana havi eg ikki, men eina ferð í 1990 árunum møtti eg so aftur hesum barndómsins portri inn í bøkurnar. Eg fann Mína fyrstu lesibók á eini brúktbókaútsølu í Helligaandskirkjuni á Stroynum í Keypmannahavn. Har stóð hon. Ljóst grøn og afturkennilig. Við síðuna av henni stóð Pisubókin, sum var mín næsta bók í skúlanum. Eg keypti báðar og standa tær á hillini við síðuna av skriviborðinum hjá mær.

Seinni, tá ið Mín fyrsta lesibók hevði latið upp heimin inn í bókstavirnar og bókmentirnar, fór eg at lána bøkur frá teimum, sum áttu bøkur. Bókasavn var ikki í bygdini tá. Viðhvørt, ógvuliga sjáldan, sluppu vit inn í Meginskúlan at lána bøkur. Tær bøkurnar vóru læstar inni undir  –handan tríggjar dyr. Uppi undir loftinum vóru nøkur smøl vindeygu, sum gingu út í eina djúpa rist í skúlagarðinum. Eg veit ikki, um tað var tí, eg helt tað vera so spennandi at lesa. Allar bøkurnur á skúlanum vóru læstar inni. Allir bókaheimarnir beindir burtur. Og alt, sum er krógvað, er spennandi. Eg gjørdist eisini limur í bókaklubbanum hjá Dunnaldi Dunnu (Anders And Bogklub), og nøkur ár seinni tóku bøkurnar hjá Bókagarðinum við. Minnist, tá ið eg fekk upp í hondina Candide eftir Voltaire og Pestina eftir Albert Camus. Christian Matras týddi báðar. Heimurin læt seg upp. Og tú kundi her taka støðu til tilveruspurningar, sum fólk úti í stóru verð eisini spurdu seg. Bøkurnar eftir Heðin Brú, yrkingarnar eftir ommubeiggjan, Karsten Hoydal og eftir Pól F. Joensen fjálgaðu um heimliga bókaumhvørvið.

Vegurin frá Míni fyrstu lesibók og út í heim til heimsbókmentirnar hevur verið drúgvur, og enn er grúiliga langt á mál. Eg gleði meg til hvørja bók, eg ikki havi lisið enn, og tí takki eg Míni fyrstu lesibók.



Aftur