Lort í býin

Lort í býin er vorðið eitt væl kent fyribrigdi. Tey bæði Meyla og Knøttur eru frontfigurar, og tiltøk og framførslur byggja á hugsjónina um ikki at dálka. Heitið er sprottið úr umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu.

Rithøvundur: ymiskir

Týðari:

Myndir: Jóannes Lamhauge/Per á Hædd/Finnur Justiniussen

Útgávuár: 2007

Upprunamál: føroyskt

Evni: tónleikur

Síðutal:

Slag: fløga

ISBN:




Lort í býin er vorðið eitt væl kent fyribrigdi. Tey bæði Meyla og Knøttur eru frontfigurar, og tiltøk og framførslur byggja á hugsjónina um ikki at dálka. Heitið er sprottið úr umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu.
Fyrsta framførsla hjá Meylu og Knøtti var í SMS  í Havn í samband við 50 ára føðingardagin hjá barnablaðnum Strok. Síðan hevur hetta breitt seg sum ringar í vatni. Børn í øllum Føroyum hava tikið hesi bæði til sín, og fleiri stórar framførslur hava verið í Norðurlandahúsinum fyri fullsettum húsum, umframt at tey ferðast ymsa staðni runt í Føroyum at hava framførslur.
Nú er so fløga við ellivu bæði gomlum, væl kendum og spildurnýggjum sangum komin út. Beinta Johannessen, blaðstjóri á Strok, hevur lagt til rættis og samskipað.
Sangirnir á fløguni eru: Slikk sjúk, Lort í býin, Heilt aleina, Upp á tá, Gott ókeypis bað, Eitt ár størri, Púra vekk, Eg eri sum eg eri, Vinalag, Strok-sangurin og Eg havi frí.
Orðini til sangirnar eiga: Eyðfinn Jensen, Kári Jacaobsen, Elin á Rógvi,  Steinbjørn B. Jacobsen, Tór Verland Johansen, og Jens Marni Hansen.
Løgini eiga: Kári Jacobsen, Eyðfinn Jensen, Jens Marni Hansen, Kristoffur Mørkøre, Jóhannus á Rógvu Joensen og Tór Verland Johansen.
Tey, ið syngja eru fyrst og fremst Meyla (Elin á Rógvi), S´marni (Jens Marni Hansen), Jógvan Líggjas (Jóannes Lamhauge) og Knøttur (Bárður Persson).
Jóannes Lamhauge hevur gjørt húsan, og Per á Hædd og Finnur Justinussen hava tikið myndirnar.


Aftur