Sonja Schneider

Sonja Schneider er rithøvundur. Hon er fødd í Klaksvík 21. september 1957. Flutti til Havnar í 1973. Tók læraraprógv í 1983, starvaðist nøkur ár sum lærari, men fór síðan niður at útbúgva seg sum psykoterapeut.
Hon hevur skrivað barna- og ungdómsbøkur, umframt arbeitt við sjónleiki.

 

Myndprýðingar:

1989 Suphaya
1997 Leiðarljós

 

Heiður:

1989 Fyrsta virðisløn fyri Suphaya í ungdómsbókakapping

 


Útgávur