Thierry Capezzone er franskur tekniraðsteknari. Hann er føddur í 1963 og hevur búð í Danmark síðan 1993.
Thierry Capezzone hevur staðið í læru hjá Peyo og Kox.

Peyo er serliga kendur fyri at tkena Smølfarnar. Capezzone fekk sínar fyrstu tekningar prentaðar í tíðarritinum Spirou, har hann teknaði saman við Daniel Kox frá 1992-93. Hann hevur eisini teknað í blaðnum Free Comics.

Tá hann kom til Danmarkar búsetti hann seg í Odense og fór í holt við eina øðrvísi tulking av ævintýrum hjá H. C. Andersen saman við rithøvundanum Jan Rybka.
Seinastu árini hevur hann brúkt nógva tíð saman við rithøvundanum Erik Svane. Teir hava gjørt eina tekniraðsbiografi av Margretu drotning, sum júst nú er útkomin: Daisy – en prinsesse i Danmark.

 

Hevur myndprýtt:

2014 Karlo og Luddi (Niclas Heri Jákupsson)

 

Thierry Capezzone

 

Karlo og Luddi

Um lundarnar Karlo og Ludda, sum eru so...

Um lundarnar Karlo og Ludda, sum eru so ólíkir, men sum tó eru góðir hvør við annan og hjálpa hvør øðrum


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo