Herdis Solveig Tyrer (f. Jakobsen) er fødd og uppvaksin í Havn.

Hon hevur fingist við at tekna, síðan hon var smágenta. Herdis tók eitt skeið í list á Holbæk Kunsthøjskole í Danmark og var eisini í starvslæru á grafiska verkstaðnum Steinprenti í Tórshavn.

Hon hevur tikið BA í myndprýðing og animatión á Coventry University og býr nú í Southport í Onglandi.

Herdis var við í Várframsýningini á Listaskálanum í 2009 og hevði verk við í framsýningini 'Hvat er natúrligt?', sum felagsskapurin LGBT skipaði fyri í 2012.

Hon hevur arbeitt saman við øðrum listafólkum við spælinum Ori and the Blind Forest, sum vann BAFTA prísin í 2016 fyri Artistic Achievement.

Í løtuni arbeiðir hon sum tatovørur í Liverpool.

 

Myndprýðingar:

2007 Ein undarligur morgun í Míni jólabók

        Svim babba svim í Míni jólabók

        Tann rami gandur í Míni jólabók

        Gleðilig jól í Mín jólabók

2008 Vættrahúsið í Míni jólabók

2009 7 dagar í helviti (Rannvá Næs Hoydal)

        Jólini í nýggju húsunum í Míni jólabók

2010 Mín jólabók

2012 Mín jólabók

2013 Torkils døtur (Sólrún Michelsen)

        Eiturkoppaprinsessan (Ingun Christensen)

2014 Rani - ein nýggj byrjan (Ingun Christensen)

        Einaferð var tað ...

2015 Rani - Vár og vónir (Ingun Christensen)

        Mín jólabók

2016 Mín jólabók

         So normal og tó ikki (Birita Michelsen)

 

Umrøða:

Elin á Rógvi: Herdis Jakobsen. Mess 2. juni 2008

Herdis Jakobsen: Tak listina í álvara. Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum. 14. mars 2014

 

Herdis Solveig Tyrer

 

So normal og tó ikki

Hvussu er tað at liva sum ung við við á...

Hvussu er tað at liva sum ung við við álvarsligari sjúku? Birita Michelsen leiðir lesaran inn í sítt lív og greiðir fr&aacut...

Mín jólabók 2016

Nýggja jólabókin full av søgum og ítriv...

Nýggja jólabókin full av søgum og ítrivi at stytta sær stundir fram til jóla.

Mín jólabók 2015

Nýggja jólabókin á tremur av søgum, myn...

Nýggja jólabókin á tremur av søgum, myndum og ítrivi.

Rani - Vár og vónir

Framhald av Rana - ein nýggja byrjan, s...

Framhald av Rana - ein nýggja byrjan, sum kom út í 2014.

Einaferð var tað ...

Fimtan endursøgd ævintýr úr ævintýrasav...

Fimtan endursøgd ævintýr úr ævintýrasavninum efti Jakob Jakobsen

Rani - Ein nýggj byrjan

Ein nútíðarsøga úr føroyska geeranidsde...

Ein nútíðarsøga úr føroyska geeranidsdegnum um drongin Rana, sum flytir út á bygd eftir at foreldrini eru farin frá hv&...

Mín jólabók 2012

Jólabókin á tremur við søgum, myndum og...

Jólabókin á tremur við søgum, myndum og ítrivi

Eiturkoppaprinsessan

Eitt spildurnýtt føroyskt ævintýr um pr...

Eitt spildurnýtt føroyskt ævintýr um prinsessuna, sum verður til ein eiturkopp

Torkils døtur

Nýskrivað søga, sum hevur støði í kvæði...

Nýskrivað søga, sum hevur støði í kvæðinum um Torkils døtur

Mín jólabók 2011

So var hon her endiliga, hugnaliga jóla...

So var hon her endiliga, hugnaliga jólabókin við søgum, tekningum og ítrivi

Mín jólabók 2009

Mín jólabók við 24 ymsum søgun, ella yr...

Mín jólabók við 24 ymsum søgun, ella yrkingum ella ítrivum

7 dagar í helviti

Ein spennandi og væl skrivað ræðusøga u...

Ein spennandi og væl skrivað ræðusøga um ein føroyskan vampýr


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo