Elin Petursdóttir Andreasen er føroyskt myndlistafólk, sum býr í Keypmannahavn. Hon er fødd í 1964, er uppvaksin í Grønlandi og hevur búð í Danmark síðan 1986. Í 1994 tók hon prógv sum innanduraarkitektur á Danmarks Designskole og hevur eisini gingið á Akademiet for Tegning og Design.

Hon hevur verið við á fleiri framsýningum á Listasavni Føroya, og hevur havt seperatframsýningar og felags framsýningar í Keypmannahavn, Tórshavn, Slagelse, Korsør og Skælskør.

Hon er umboðað á gallarínum Art for Future í Keypmannahavn.

 

Elin hevur myndprýtt:

2016 Stjørnan (Heine Hestoy)

 

Elin Petursdóttir Andreasen

 

Stjørnan

Pápi Jákup siglir úti. Tá ið hann er he...

Pápi Jákup siglir úti. Tá ið hann er heima, hugna tey sær, Jákup, mamman og pápin.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo