Dorte Karrebæk er danskur myndprýðari og rithøvundur, fødd 19. juli 1946.

Hon hevur útbúgving sum reklamuteknari frá Listahandverkaraskúlanum í Keypmannahavn.

Hon ger plakatir, myndprýðir yrkisbøkur og skúlabøkur. Hon hevur eisini myndprýtt smábarnabøkur, myndabøkur, barna- og ungdómsbøkur.

Hon er strikuteknari og brúkar eisini myndalán. Persónarnir hava mangan stórar føtir og hendur. Tað avlagaða, groteska ella dreymakenda gongur aftur í verkum hennara. Hon hevur verið satiriskur teknari á Weekendavísini síðani 2001.

Hon undirvísir eisini í tekning á máling. hon ehvur havt framsýningar bæði í danmark og útlondum.

 

Myndprýðingar:
2003 Nú dansa bløðini, góðan dagin, eg eiti Harmonika, Tá ið vetur er hjá øllum øðrum, Endiliga, Ein spurningur í Ein halastjørna er komin

 

Heiður:
1990 Kulturministeriets Illustratorpris

1996 Danmarks Skolebibliotekarers børnebogspris

1996 Kulturministeriets børnebogspris
 

Heimasíða:

 

Dorte Karrebæk

 

Ein halastjørna er komin

Bókin er full av stuttligum, undarligum...

Bókin er full av stuttligum, undarligum, skaldsligum, hugvekjandi og sveimandi yrkingum til børn.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo