Glæstribøkurnar

Myndabøkur:

Fleur Conkling: Gelli-smelli skúlabussurin, Irma Wilde: Dunnu Billa horvin, Tríggir smáir kettlingar og Petur kanin, Le Grand. Hundahvølpurin, sum fekk sólina at rísa, Johanna Spyri: Heidi, Charlotte Steiner: Leingi livi lítla tokið og Tummil lítli, Jydy Stang: Komið og spælið lækni! Jean Fritz: Óli Oyralangi og várið, Mary Elting:Hvørji búgva í bóndans garði:)Morell Gipson: Sunnudagsdukkan 

Myndir: Ruth Wood, Irma Wilde, le Grand, Steffie Lerch, Charlotte Steiner, Judy Stang, Rachel Dixon, Pauline Jackson

Týðarar: Rólant Lenvig, Poul E. Petersen, Jóhan Kallsoy, Ludvig Petersen, Marius Johannesen, Jens P. Heinesen, Martin Joensen, Flóvin Flekk, Jákup M. Kjeld, Jákup Follend, Hans David Matras

Føroya Lærarafelag 1958

 

Tað, sum eg minnist best sum míni fyrstu barnabókaminni, er, tá ið eg sá og hoyrdi lisnar fyri mær tær 12, litríku og ógvuliga vøkru Glæstribøkurnar, sum Føroya Lærarafelag gav út í 1958.
   Tá var eg 5 ára gamal.
   Glæstribøkur! Bara heitið kundi fáa ein smádrong tá á døgum at fáa stjørnur í eyguni. Eg minnist serliga væl, bæði tá ið eg sá hesar bøkurnar fyrstu ferð, tá ið tær vórðu lisnar fyri mær, og tá ið eg sjálvur slapp at lesa í teimum.
   Glæstribøkurnar fingu meg at lesa. Eg kann bara siga, at eg var so heppin, at tær komu út júst um tað mundið, tá ið eg so líðandi uppdagaði, hvønn veg bókstavirnir áttu at venda, skuldu teir geva meining.
   Tær lógu, saman við nógvum, nógvum øðrum bókum í einum øgiliga stórum trækassa, sum var komin av Landsbókasavninum í Havn suður á Bókasavnið í Vági, sum tá helt til í ’stórum’ hølum í gamla Vágs skúla vesturi á Oyralagi. Nú kann onkur spyrja, um eg longu sum 5-ára gamal hevði fingið áhuga fyri bókasøvnum:)    Og tað er ikki heilt av leið. Pápi mín, sum tá var lærari í Vági, hevði bókasavnið í bygdini um hendur, og eg slapp ofta við honum vestur á bókasavnið at ’hyggja’ í bøkur.
   Serliga spennandi var tað, tá ið teir stóru kassarnir komu úr Havn. Eingin visti, hvat kundi koma upp úr teimum.
   Vit áttu eisini hesar bøkurnar heima við hús. Eg haldi, at har vóru fleiri sett. Tær lógu ið hvussu er allastaðni, og vit kappaðust um at fáa tær lisnar fyri okkum.   Heima við hús høvdu vit viðhvørt vitjan av ommu okkara. Hon búði annars í Sumba, men var ættað úr Sørvági. Omman í Sumba var nógv hjá okkum tey árini, og eg minnist hvussu stuttligt tað var serliga at hoyra hana lesa fyri okkum. Nú sum eldri havi eg varnast, at tað, sum uttan iva hevur gjørt upplestur hennara stuttligan, hevur verið, at hon las fyri okkum á einum blandingsmáli millum sumbiarmál og vágamál. Eg hoyri ið hvussu er enn týðiliga øll ’iiiini’ fyri mær: Óli  Oyralangi og várið, Leingi livi lítla tokið, Tummil lítli, Komið og spælið lækni, Gelli-Smelli skúlabussurin osfr.
   Eg minnist, at hon hevði hesar litríku bøkurnar liggjandi í fanginum á sínum snjóhvíta fyrriklæði, og so hvørt sum hon var liðug við eina síðu, blaðaði hon varisliga víðari. Eingin órógvaði okkum: Hundavølpurin fekk sólina at rísa, Marjun fekk sína Sunnudagsdukku, Petur Kanin fekk sína skál av salati og gularótum til morgunmatar og Gelli-smelli skúlabussur lovar, at hann ongantíð aftur skal vera ein Gelli-smelli bussur, ið elvir til eins mikið óljóð og túsund blikkdósir …
   Allur lesturin eydnaðist, og tá ið eg hevði fingið lisið hesar bøkurnar 200 ferðir ella 300 ferðir, var eg fyrireikaður at fara út í verðini, at lesa aðrar bøkur, at forvitnast í øðrum bókum.
   Eg minnist eisini, at í summum av heftunum, ikki í øllum, var aftast prentaður ein fýrakantaður kassi við áskriftini: Hesa GLÆSTRIBÓK eigur … og so kundi tú skriva navnið á ’eigaranum’. Systir mín var skjótari at skriva sítt navn allastaðni, men so átti eg hinar, sum ongan slíkan merkiseðil høvdu. 
12 hefti í øllum ælabogans litum. Tey kostaðu 2 krónur og 50 oyru eintakið.
   Systir mín, sum er fýra ár eldri enn eg, tók sær patent uppá at lesa bókina um Heidi og Fjallaabban. Hana skuldi hon altíð lesa. Og so var tað bókin um  Sunnudagsdukkuna. Hesar báðar vóru kanska eisini tær, sum høvdu mest við gentur at gera. Kanska høvdu hesar báðar eisini mest tekst og minst av myndum, men tað minnist eg ikki heilt. Eg helt meg til hinar um djórini: Hvørji búgva í bóndans garði, Petur Kanin, Óli Oyralangi, ella ta um Hundahvølpin, sum fekk sólina at rísa.
   Tær vóru spennandi, og tær kundu fara av stað við tær og hugflognum, og tað kundi vera torført, at vita, hvar man skuldi steðga á aftur, tá ið tú vart komin í gongd. Eg minnist, at skráveggirnir í kamarinum, har eg svav, vóru tapetseraðir við myndum úr øllum møguligum ævintýrum, og tað var í heilum, at tá ið eg hevði ligið og blaðað í Glæstribókini, so helt eg bara fram út eftir vegginum, upp undir loft og niður á gólv og fekk alla verðina at liva.
   Umframt ommuna var tað var serliga mamma mín, sum las fyri mær, og eg minnist serliga væl nógvar smálutir frá hesum upplestrarløtunum. Eitt nú, hvussu snilt eg helt tað vera, at teir tríggir kettlingarnir hjá Vár í søguni Dunna Billa horvin stutt og greitt itu: Eitt – Tvey – Trý. Tað gloymdi tú ongantíð, og tað kundi tú lesa aftur og aftur.
   - Eg minnist eisini, hvussu spennandi eg helt tað vera, at síggja Gelli-smelli skúlabussin fara sløðrandi niðan á skúlabrekkuna, og Janus bussstjóri koyrdi bremsurnar fyri, so tað hvein í.
   - Ein sløðrandi bussur fullur av børnum á veg í skúla, hvat kundi verða stuttligari:) Hetta var um tað mundið, tá ið tað ið hvussu er í Suðuroynni varð tosað nógv um koyring og vegir, ja, onkur var eisini farin at tosa um, nær ’tunnellin’ til Hvalbiar mundi fara at koma, tí nú var vegurin millum Vág og Tvøroyri bundin saman, og so fóru Lilleven og Alexandur at koyra tey stóru skúlabørnini í Suðuroynni millum bygdirnar.
……
Mær hevur altíð dámað væl at fingist við orð, bæði at lesa og at skriva, heilt síðan eg var blaðungur. Í fleiri tíðarskeið havi eg skrivað dagbók, og mær hevur altíð dámt væl at skriva brøv, stórt sæð hevur mær altíð dámt at sett orð saman og at hála tey sundur aftur. Eg havi ofta hugsað um, hví so hevur verið. Og eg komi ferð eftir ferð aftur til sama svarið, at tað er umhvørvið, sum eg eri vaksin upp í, sum hevur ávirkað mín hug til bøkur og tekst ómetaliga nógv. Tað, at foreldrini og omman lósu so nógv fyri mær tey fyrstu árini, og tað, at eg fekk bøkur og bløð at lesa í og slapp at lesa, nær sagt alt tað mær lysti, hevur gjørt meg til ein bókaelskara av guds náði.
   Eg kundi ramsa nógvar hendingar og nógv fólk upp og givið teimum heiðurin av hesum.
   At enda vil eg bara nevna Glæstribøkurnar.
   Seinni í lívinum bant mamma mín Glæstribøkurnar inn í tvær bøkur, sum í dag standa innbundnar í bókahillini í stovuni í barnaheiminum. Eitt deiligt minni um eina mammu, sum elskaði at lesa fyri sínum børnum, og sum doyði næstan níti ára gomul, meðan eg sat og hugsaði um at seta hesi orðini saman. 
   Glæstribøkurnar gjørdu mun á sinni!



Aftur