Mamma Mu til tey smáu

Tvær bøkur um kúnna, Mammu Mu, eru nú at fáa í bókhandlunum.

Tað er pappbókin Krákus sigur ikki! til tey smæstu børnini og myndabókin Meira ferð, mamma Mu til tey 2-5 ára gomlu.

Jujja Wieslander hevur skrivað, og Sven Nordqvist, sum eisini teknar Pettson og Findus, hevur teknað.

Mamma Mu er ein heilt serlig kúgv. Hon tímir slett ikki at vera, sum tú væntar av einari kúgv, og vinmaðurin Krákus hevur sítt stríð at minna hana á, hvat er gjørligt hjá einari kúgv, og hvat ið ikki sømir seg fyri eina kúgv. Men líka leggur Mamma Mu í, og viðhvørt so gloymir Krákus eisini, at hann er ein kráka og fer eisini at finna uppá sovorðið stuttligt.

Niesl Jákup Thomsen hevur týtt.

Krákus sigur ikki! er 18 bls. og Meira ferð, Mamma Mu er 24 bls.



Aftur