Simona og hini

Triðja bókin um Simonu, Tóru og Kára og hini í flokkinum

Rithøvundur: Trine Bundsgaard

Týðari: Jenny Johannessen

Myndir: Solveig Agerbak

Útgávuár: 2012

Upprunamál: danskt

Evni:

Síðutal: 68

Slag: heft

ISBN: 978-99918-1-944-0




'Eg havi hugsað um hatta, tú segði um Linu.' Andrea kemur yvir til Simonu og gongur aftan á henni niðan í floksstovuna.
'Eg havi ikki sagt nakað um Linu,' sigur Simona. Hon skeitir at hinum gentunum, ið ganga eitt sindur longri frammi.
'Jú, hatta tú segði um klæðini,' sigur Andrea. 'At Lina stjelur.'

 

Simona skuldi aldri havt slatrað um Linu. Tí hon vil jú so fegin vera vinkona við Linu og vera smørt og væl umtókt – akkurát sum hon. Simona veit ikki, hvat hon skal gera. Hon kennir seg uttanfyri – eisini heima, har pápi hennara og nýggja kona hansara bara tosa um lítla barnið, sum er á veg.
 

Bláur krabbi

 

Uppgáva


Aftur