Reint Shakespeare

Seriemagasinet var eitt blað, sum Interpresse gav út frá 1968 til 1984. 314 bløð komu út tilsamans í røðini. Blaðið var eitt bland av skemti, krimisøgum, ítróttarsøgum og science fiction

 

Herfyri las eg eina ritroynd í 21 brotum kallað 13, 1977, 21 eftir amerikanska høvundan Jonathan Lethem frá bókini The Dissappointment Artist, høvundurin, sum skrivaði Motherless Brooklyn og The Fortress of Solitude, skrivar serliga rørandi bøkur, og hendan eina ritroyndin er einki undantak. Hon snýr seg um ein einsamallan drong í Brooklyn, ið sær filmin Star Wars 21 ferð sum 13 ára gamal í 1977. Vit skilja so við og við, at kulørti heimurin hjá honum er ein vernd móti einum harðligum veruleika, har mamma hansara er við at doyggja av krabbameini. Hann bjóðar henni í biograf, men mamman er ikki so glað fyri Star Wars, sum hann er.
   Eg kendi meg aftur í hansara heimi, tí hann var eisini rokaður av superhetjum, b-filmum, vísundaskaldskapi, Star Wars og Marvel, tí hetta er eisini okkara ‘dannilsi’.
Mítt ættarlið eru uppvaksið við hesum – og ikki bert við Rikard Long, Heðin Brú ella Songbók Føroya Fólks - við splatterfilmum, teknirøðum, pulp (fiction) og góðum barnabókum.
   Fyrstu ferð, eg sá Star Wars, var á smalfilmi við ongum ljóði, og øll børnini vistu, at hetta var hin reini gandur, og vit elskaðu hendan heimin markleyst frá fyrsta sekundi.
Lærara og vaksin skiltu ikki, at vegurin til bøkurnar gekk sum ein motorvegur gjøgnum Dunnubý og Andras Dunnu og tey, gjøgnum heimin hjá Carl Barks. Gjøgnum Sølvpil, Tarzan, Asterix, Lucky Luke, Fantomet, Batman, Superman, Prins Valiant. Tintin og Asterix lærdi okkum meiri um heimin enn landalæran og heimssøgan hjá Christian Høj.
   Basserne og Radiserne gjørdi, at man ongantíð kom út aftur av vesinum. Seinni kom hin klóka røðin Sten og Stoffer og freki Garfield, svøku Flip og Flop.
   Minnist eydnusamar langar summardagar uttanfyri húsini í telti, meðan vit lósu teknirøðir í andakt – Jumbobøkur 256 síður fyri 14.50 kr. - hindbersodavatn og so deildu vit ein pakka við 12 nekarakissum við kokus.
   Lethem minti meg á, at hesin kulørti heimurin var ein heimilaður smakkur. Eisini um at tá eg var tólv ára gamal, kom ein pakki kom úr Danmark, og á pakkanum stóð navn mítt. Eg opnaði flata, avlanga pakkan. Í honum var kenda teknirøðin Seriemagasinet. Eg hevði lisið teknirøðir sum ein annar svakur savnari í áravís. Eg blaðaði upp á miðjuna við ristandi hondum, og har stóð mítt lesarabræv, ið var kosið mánaðarinnar bræv. Hjartað bóltaði rút einar tvær ferð. Eg haldi, eg fekk 100 kr. sendandi á einum kekki seinni. Eg átti nógvar árgangir av Seriemagasinet longu og kendi hvørja søgu, hvørjan persón frá teimum og hevði nógvar meiningar um, hvat var gott.
   Eg tók blaðið við í skúla, men goymdi blaðið aftanfyri bøkurnar og livdi eitt annað lív undir liðini á øllum tí, sum skúlin royndi at læra okkum um siðsøgu, Føroyar fyri sjeyti ella hundrað árum síðani, kristni, at smíða okkurt, sum eingin skoytti um, fimleik og at svimja.  Men at skriva lesarabrøv, tað lærdu vit ikki.
   Eg vísti einum floksfelaga brævið, og hann hugdi eftir mær, sum um eg var ein rúmdarvera frá einari framtíðarsøgu ella ein vera frá røðini Linda og Valentin. Franska teknirøðin Linda og Valentin var kult og snúði seg um ein post-undirgangsraktan heim. Tey sigldu millum húsini á Manhattan, har frumskógurin hevði yvirtikið tað mesta. Linda var ein reinur feministur og Valentin eitt sindur veikur.
   Veruliga lívið hjá mær var eitt ríkt innara lív. Kveikt av rokaðum hillum av barnabókum frá serliga ‘klassikarum’ (Jules Verne og alt hatta) til Janbøkur, Kimbøkur og De5 bøkur, bøkur um Magnus Heinason, Frændaleysur, H. C. Andersen og sjálvandi anarkistiskar og svakar teknirøðir. Eg savnaði uppá bøkur, fekk bøkur og arvaði bøkur og las ofta eina um dagin.
   Men eg savnaði uppá meiri enn tað. Fyrst vóru tað frímerkir. Helst var tað klóki lesandi abbi mín, sum kveikti áhugan fyri frímerkjunum og bókunum kanska eisini.
   Hesi lítlu stykkini av pappíri, sum komu uttan úr heiminum, mintu meg um heimin og ein altíð fráverandi pápa. Eg havi altíð viljað átt hesi litføgru pettini av umheiminum, sum bara ein dag lógu í postkassanum. Frímerki frá Marokko við eini mynd av kong Faisad. Eg visti, at frímerkini hava knýtt alt saman.
   Sum alt elskað eiga eisini tey sítt pláss í hesi søguni. Frímerkini og brøvini uttan úr heimi siga øll frá einari søgu um londini, sum eg longdist eftir at vitja – tað gjørdu bøkur og teknirøðir eisini. Tey siga eisini okkurt um lond, sum ikki finnast longur, ja heil heimsveldi.  Minnist tey smáu merkini frá CCCP – Russiska Demokratiska Republikkin. Ein jarnhond sum helt fast um hamaran og aftanfyri reyður dúkur og stjørna.
   Lond við fílum og apum. Býir á Filipinunum. Tahiti, Malau, Tonga og Jólaoyggin. Og teknarin av Andras Dunnu tók okkum við til ein heim, har ævintýrið livdi enn sum dreymurin um Kong Salemonsa Minur og loyniliga gullið í Inkaríkinum.
   Tá vit lærdu um Europa í skúlanum, var eg meiri áhugaður í Vanatu, Mali, Surinam og Tuvalu. Eg hugdi eftir hesum londunum á eini globus, sum eg hevði keypt á einum loppumarknaði í Havn. Onkuntíð í atlassinum hjá abba, men tað var so gamalt, at nógv landamøtk vóru flutt. Abbesinia eitur Etiopia í dag, men í atlassinum hjá abba har passaði einki.
   Abbi gav mær týsk frímerkir frá 1920unum, sum vóru verd 500.000.000.000 markar.  Sum ósjónlig ferðandi hava tey sæð øll kríggj og flogið yvir Afrika í posttaskunum hjá  Antoine de Saint Exupéry og við damparum kring Atlantshavið frá Lissabon til New York, við lastini fullari av jødum og bangnum spurningum.
   Á pakkanum við Seriemagasinet var eitt merki við einari tekning eftir Robert Storm Petersen, sum eg kendi frá abbasa bókum við tekningum eftir hann.
   Eg fann skjótt fram til teir øru Robert Crumb og Gilbert Shelton, ið teknaðu flipputar 1968ara teknirøðir um hassj, sex og flower power, og so vóru teir undirgravandi og stuttligir. Vit lósu amerikanska MAD og sóu Monty Python og flentu, sum høvdið skuldi sprongst. Aftan á var gerandisdagurin, sjálvhátíðarligir myndugleikar og lærarar fullkominliga láturligir – lívið lættari.
   Batman, Superman, Hulk, Daredevil og øll tey frá Marvel eru úr USA, men teir kundu verið strandingar. Deiligt var at flýggja inn í ein ævintýrheim, tá vanlig skúlagongd kundi tykjast sum ein grá dýna.
   Fólk skilja ikki, hvat er so gott við Spiderman, Daredevil og Marvel. Tað finst eitt orð at lýsa hetta: pína. Teir hava allir mist alt. Familjuna, hina elskaðu, sjónina og eru bitnir ella eitraðir av onkrum, ið gevur teim teirra øgiligu evni fram um onnur. Teir hava allir tveir samleikar. Um dagin er Daredevil ein blindur advokatur, øll taka eitt sindur synd í, men um náttina sveiggjar hann seg millum háhúsini í New York, heimsins mest framkomna býi. Tá   Daredevil sum vaksin finnur mannin, ið drap faðirin, tá hann var tólv ár, sær hann, at hann ikki fær frið í sálina av at drepa hendan mann. Hann sær, at sorgin ikki hvørvur av hesum.  Reint Shakespeare.



Aftur