Kepler62

Bókadeildin er farin undir eina røð av barnabókum, sum kann bólkast undir tekstslagið science-fiction.

Røðin hevur heitið Kepler62, og tvær tær fyrstu bøkurnar eru komnar út. Tað er Innbjóðingin, sum Timo Parvela hevur skrivað, og Niðurteljing, sum Bjørn Sortland hevur skrivað.

Røðin er eitt samstarv millum tríggjar persónar: Teir báðar høvundarnar: annar úr Finnlandi og hin úr Noregi og eina teknara úr Finnlandi, sum eitur Pasi Pitkänen.

Alt byrjar við einum spæli, sum er bæði trupult at fáa fatur á og trupult at spæla.

Megnar tú spælið, sleppur tú á eina rannsóknarferð til eina ókenda gongustjørnu. Spurningurin er so, um tað er gott ella ringt. Í øllum førum hendir nógv óhugnaligt á ferðini.

Og hvør veit, hvat fer at henda á sjálvari gongustjørnuni?

Jákup Sørensen hevur týtt til føroyskt.

Bøkurnar eru ávikavist 128 og 160 bls. og eru heftar.



Aftur