Grísar og sjórænarar

Store Grisen eftir Harald Bergstedt kom út í 1941, og Sørøvere i Grønland eftir Kirsten Bang kom út í 1963

 

Fyrsta bók, eg minnist, var ein bók, pápi plagdi at lesa fyri okkum systkjunum, tá ið vit vóru lítil, systir mín og eg.
Tað var bókin Store-Grisen eftir Harald Bergstedt við tekningum eftir Anton Hansen.
Bókin er útgivin í Danmark í 1941, so hon má verða komin í heimið hjá okkum eftir kríggið.
Søgan er um ein grís og ein fátækan mann, ið skifta ham sínámillum, tí báðir halda, at tað er betri at liva, sum hin livir.
Grísurin verður so líðandi meira og meira múgvandi og fær størri vald og kemur heilt upp á ovastu rók í samfelagnum, men heldur ikki tey lyfti, ið hann hevði lovað fátæka manninum.
Og tað endar, sum tað skal í ævintýrum, at grísurin verður aftur til grís við sínum grísalívi, meðan maðurin sleppur aftur til sína familju og sítt vanliga lív.
Áðrenn eg fór í skúla, dugdi eg at lesa, men tað eg las, eftir at eg var farin í skúla,var mest tað, vit høvdu í skúlanum, tí avmarkað var, hvat var á føroyskum tá.
Men tá ið barnablaðið kom út seinast í 50-árunum, var tað sum ein rættiligur lesiheimur, ið opnaðist fyri okkum børn. Tey bløðini vórðu lisin á tamb, og serliga varð fylgt við, hvussu gekst hjá Baldriani, og hvat varð skrivað av børnunum runt í landinum.
Nú fingu vit eisini okkurt at lesa á føroyskum, sum kundi javnsetast við heftini um Kaptajn Micky og David Crockett, sum komu úr Danmark eina ferð um vikuna, og sum vit dreingir vóru ógvuliga áhugaðir í.
Meðan vit gingu í barnaskúla, komu eisini fleiri bøkur út á føroyskum, ætlaðar børnum, og vil eg siga, at hetta eisini stuðlaði um okkara lesihug og gav okkum íblástur til at lesa seinni.
Serliga minnist eg glæstribøkurnar, har eg hevði teknað meg fyri bøkurnar Dunnu Billa horvin og Óla Oyralanga.
Tá komu eisini bøkurnar Pinocchio, Frændaleysur, Peik og aðrar.
Hesar standa í minninum, og serliga Pinocchio, sum varð lisin upp sum framhaldssøga í Útvarpinum.
Sum eg vaks upp, las eg meir og meir, og eisini ymisk bløð, ið komu í heimið hjá okkum.
Við tað at eg, frá tí eg var 11 til 15 ár, í fleiri førum var á Sjúkrahúsinum í Havn, kom eg at lesa nógv ta tíðina, og vóru tað bøkur og bløð, sum komu á sjúkrahúsið. Bøkurnar komu frá Landsbókasavninum hvørja viku.
Ímillum bøkurnar, sum eg las tá, kann eg serliga minnast bókina Kaptajnen på 15 år eftir Jules Verne. Men tað vóru eisini bøkur á føroyskum, t.d. Kring jørðina í kavbáti, eisini eftir Jules Verne.
Á Sjúkrahúsið komu eisini fleri bløð, ímillum tey Kristiligt Ungmannablað. Í eini kapping í blaðnum vann eg bókina Sørøvere i Grønland eftir Kirsten Bang.
Tað var óført eisini at vinna eina bók, og las eg hana við góðum huga.
Bókin er um fólkini í Suðurgrønlandi uml. 1420, sum ikki hava havt skipasamband við londini fyri eystan í fleiri ár og tí hava vánalig kor.
Tey hava samband við inuittarnar, ið eru komnir norðanfrá, men onkuntíð er tað eisini stríð teirra millum.
Ringast er, at sjórænarar eisini hava vitjað í Grønlandi og har hava herjað og rænt.
Í bókini verður sagt frá, hvussu fólkini hava tað, teirra trúðarlív, og hvussu tey stríðast fyri at kunna yvirliva í náttúruni, sum er vorðin alt kargari.
Høvuðssøgan er um eina hending, tá sjórænarar herja runt á gørðunum í Suðurgrønlandi, drepa frá hond, taka fólk og fæ og brenna hús og kirkjur.
Fleiri flýggja burtur frá bygdunum, og har verður lagt ráð um at gera mótstøðu.
Við snildum eydnast tað teimum at vinna á sjórænarunum og hertaka skipið.
Hetta gevur teimum møguleika at sleppa burtur úr teimum kørgu korunum, og bókin endar við, at ein partur av fólkunum stevna við tí hertikna skipinum yvir hav til eitt annað land, har tey ætla at byrja av nýggjum.
Úr bókini fekk eg tann fyrsta kunnleikan um norðbúgvarnar í Grønlandi. Síðani havi eg altíð havt áhuga fyri søguni hjá teimum norðbúgvum, ið búsettu seg í Grønlandi, og hvat víðari hendi har aftaná.
Bókin stendur enn millum bøkurnar á hillini heima.



Aftur