Hylurin

Í Míni jólabók 1950 hava hesi skrivað søgur og sangir: Jákup M. Kjeld, Marius Johannesen, Samuel Johansen, Hans A. Djurhuus, Holger Bærentsen, Jóhann Kallsoy, Martin Joensen, Jákup Berg og Jeffrei Henriksen.

Myndirnar eiga: Janus Kamban, William Heinesen, J. P. Meitilberg, Elinborg Lützen, Eivind Dalsgarð og Jákup M. Kjeld. Permumyndina gjørdi Ingolf á Reyni.

 

Í 1950 kom Mín Jólabók út aftur eftir so langan steðg, at hon var um at fara í gloymskuna. Tað var tí við gleði og spenningi, vit skúlabørn í lesibúnum aldri settust at kaga í hana. Frammanundan var nærum eingin føroyskur lesnaður til børn uttan vanligu skúlabøkurnar, sum vit høvdu tugt og tanlað, serliga Per-bókina, ið nógv dugdu uttanat, og danskar jólabøkur nøktaðu ikki nýkveikta lestrarhugin hjá 10-ára gomlum barni, hóast har stóðu góðar søgur í.  Tí var tað ein fragd at fáa bók við fittum, spennandi og viðkomandi søgum at hugna sær við.

 Hylurin eftir Sámal Johansen. Sámal hevur skrivað ein hóp um bygdalív og mentan fyrst í 20. øld, men her er tað hugaheimin og spælið hjá børnum fyrstu árini eftir seinna heimsbardaga, hann lýsir við hepnari hond. Hylurin var søgan um spæliplássið hjá børnunum í lítlari bygd, har modernaða tíðin ikki var rokkin inn um eingjargarðarnar. Í hylinum niðri á sandinum spældu børnini, stór og smá, bæði gentur og dreingir, alt summarið, og har kundi vera bæði látur og grátur.  -  Søgan gekk sum framhalddssøga í Mínari Jólabók  trý ár á rað og lýsir, hvussu nútíðin spakuliga broytti leikin og víðkaði sjónarringin hjá børnum á avbyrgdum plássi, sum lítið samband hevði við umheimin uttan vitjan av postbátinum tvær reisir um vikuna.

Flestu páparnir vóru sjómenn, meðan mammurnar starvaðust heima, og hóast nútíðin ikki enn var komin við sínum hentleikum, høvdu flestu hús radiotól, har dúgliga varð lurtað á ”fiskabylgjuni”, hvussu gekst við fiskiskapinum á fjarleiðum. Og radiosamskiftið millum skipini endurspeglaðist eisini sum partur av leikinum í  hylinum, tí páparnir hjá størstu dreingjunum, Óla og Jákupi, sigldu við  trolara úr onkrum stórplássi, og sjálvandi høvdu dreingirnir hvør sítt  ”stásiliga” far at sigla við í hylinum, sum var havið, har tey lond og leiðir, ið dreingirnir høvdu hoyrt um, lógu.

Hugflogið var gott. Grønland var sjálvandi ein steinur við flagtorvu omaná, Ísland ein hvítur steinur, og botnurin í Hvítahavinum var stroyddur við hvítum skelsandi, so ikki var trupult at finna røttu fiskimiðini, hóast nautiska útgerðin var so sum so. Men radiosendararnir hoyrdust víða um, og prátið var sum hjá gomlum rokskiparum og ólíkt tí orðfeingi, sum børn nýta nú. Stásiligu fiskiførini vóru kassafjalir, spískaðar í annan endan og høvdu kanska onkran kubba festan á sum brúgv. – Genturnar spældu mest rundan um hylin, har tær bygdu sandhús og annað, sum hevði størri áhuga enn skip og fiskiskapur, og væl lá fyri hjá teimum.

Men so við eitt broyttist spælið við hylin, og ein nútíðaralda floymdi yvir sandin. Hetta hendi, tá ið Pætur kom at halda summarfrí nakrar vikur. Hann var reiðarasonur av stórplássinum, har bæði bryggjur, handlar og akvegir vóru, og hann var so fínt ílatin, í longum brókum, har hann kom í land úr postbátinum, at Óli og Jákup øtaðust, og við sær hevði hann fulla tasku av karamellum at geva bygdarbørnunum. Karamellurnar vóru í so vøkrum pappíri, at genturnar nentu sær ikki at blaka burtur, men brúktu tað til serviettar og dúkar í spælihúsunum. –

Har kom meira ferð yvir spælið, nú ið Pætur fór at skipa fyri. Hann greiddi ognarviðursftini við hylin og keypti lendi frá hinum børnunum at gera vegir og lendingar á, so dreingirnir hildu hann vera í ørviti at fáast við slíkt fjas, men tá ið hann at enda kom við tveimum stásiligum modelttrolarum, sum Jákup og Óli sluppu at føra, vóru glómur í teimum, og øll mutan tagnaði. Sjálvur skuldi hann vera reiðari og treytaði sær at keypa fiskin frá teimum.

Hjá gentunum hendi eisini stórbroyting. Pætur lærdi tær at byggja stór og stásilig hús við hentleikum, tær aldrin høvdu hoyrt um. Nú skuldi vesi, el-komfýrur og AGA-komfýrur  inn í hvørt hús, og sjálvur bygdi hann sær so stásiliga borg, at tær øtaðust.

Sostatt byrjaði nýggja tíðin í bygdini sum barnaleikur í fjøruhylinum, og spískaðu fjalirnar, sum einaferð høvdu verið stoltleikin hjá dreingjunum, rókust nú sum annað órudd á sandinum, meðan genturnar í huganum sóu fyri sær alt hetta nýggja, sum Pætur hevði sagt frá. – Jákup var sum heild nøgdur við broytingarnar, men Óli, sum plagdi at vera fremstur í øllum spæli, var hálvavegna í døpurhuga, tí nú snúði alt seg um, hvat Pætur segði og gjørdi. – Men at hann var avundsjúkur inn á Pætur, tað vildi hann ikki hava sitandi á sær, tí tað var ein ring sjúka at dragast við.

 

 

 



Aftur