Harry Potter 2

Onnur Harry Potter bókin er nú at fáa til keyps.

Hetta er skreytútgáva bæði til kræsnagómar og til teirra, sum ikki kenna Harry Potter frammanundan, tó at tað er trupult at ímynda sær, at onkur er, sum ikki kennir hendan dreingin, sum gongur á gandaskúlan Hogwarts.

Tað er kendi enski listamaðurin Jim Kay, ið hevur myndprýtt bókina so hegnisliga, at vit kenna alt aftur.

Harry Potter og kamarið við loynidómum byrjar við, at húsálvurin Dobby ávarar Harry og biðir hann um ikki at fara á Hogwarts, tí okkurt ræðuligt fer at henda honum.

Men sjálvandi fer Harry avstað, og sjálvandi hendir nógv ræðuligt, ímeðan hann og Ron og Hermione leita eftir kamarinum við loynidóminum.

Bókin er 266 bls. í stórum arkabroti og er innbundin við leysari kápu. J. K. Rowlings hevur skrivað, Gunnar Hoydal týddi.

 



Aftur