Holið

Gásadalur tykist geva mongum íblástur til at skriva og filma.

Ungdómsbókin Holið eftir danska rithøvundin Anders Johansen, hevur eisini fingið íblástur úr Gásadali, hóast listarliga frælsið letur ymiskt á staðnum vera fulkomiliga øðrvísi, enn tað er í veruleikanum.

Bygdin eitur Fjallvík, og í Fjallvík er framtíðin við at fáa fatur á staðnum; har verður skotið ígjøgnum fjallið, so íbúgvarnir fáa eitt hol ígjøgnum til fólkini, ið búgva hinumegin fjallið.

Men bókin er fyrst og fremst um Dávid, sum er ein heilt serligur drongur. Dávid hevur autismu og fatar heimin á annan hátt enn øll hini. Vit sleppa at fylgja Dávidi, og hvussu tíðirnar broytast rundan um hann, og hvussu han megnar at taka alt hetta nýggja til sín, sum hann noyðist at skipa og fáa rættskil á, tí annars rapar heimurin rundan um hann.

Hetta er væl skrivað bók, sum ikki fer frá tær aftur í langa tíð.

Guðrið Rubeksen hevur týtt til føroyskt. Bókin er 262 bls. og heft við klaffum.



Aftur