Rannvá

Dagmar Joensen-Næs: Rannvá

Egið Forlag: 1971

 

Hetta er fyrsta bók eftir føroyskan kvinnuligan rithøvund. Bókin er skrivað í fjørutiárunum.

 

Minnist so sera væl, tá eg byrjaði at læra at lesa sum 6 ára gamal. Mamma las nógvar bøkur fyri mær og systrum mínum, og soleiðis fingu vit innlit í, hvørjar ótrúligar søgur og nýggir heimar fjaldu seg í bókunum. Nógvar bøkur og bløð vóru í heiminum hjá okkum og ikki minst hjá abba og ommu.

 

Hetta var ein so øgiliga dragandi, men enn afturlatin verð. So eg hugdi hvønn dag í bøkur, bløð og teknirøðir, hóast eg enn ikki skilti stavirnar. Í staðin ímyndaði eg mær, hvat alt snúði seg um. Foreldrini og stórasystirin høvdu roynt at lært meg stavirnar – og so knappliga! Eg byrjaði at skilja orðini og setningarnar. Fyrst í myndabókum og teknirøðum. Bókin við rímuni um Mariu-Mariu-Marollu við myndunum hjá Elinborg Lützen var tann fyrsta, eg lærdi meg at lesa á føroyskum. Meðan teknirøðirnar um Tintin og Dunnald Dunnu vóru tær fyrstu á donskum.

 

Sum eg lærdi meg at lesa, var eg í fyrstani onkuntíð vónbrotin av, at tann søgan, sum eg hevði ímyndað mær út frá myndunum, var heilt øðrvísi enn tann, sum var skrivað í tekstinum. Men skjótt kendist tað, sum hundraðtals hurðar lótu seg upp inn í fagrar nýggjar heimar, kenslur og hugsanir  – og alt var øðrvísi.

 

Sum 10 ára gamal  las eg mína fyrstu veruligu skaldsøgu á føroyskum. Tað var bókin um Rannvá eftir Dagmar Joensen-Næs. Og eg var krøktur beinanvegin. Skundaði mær heim aftaná skúlatíð at lesa og sníkti meg at lesa við lummalykt undir dýnuni, tá eg var farin í song.

 

Hetta var fyri mær ein ótrúlig søga, sum eg kundi kenna meg aftur í. Bæði tí hon fór fram í Føroyum og á einum stað, sum eg hevði verið. Og tí søgan talaði til allar mínar kenslur. Um ta góðu og óskyldugu gentuna úti í Skúvoy, sum verður neyðtikin og gerst við barn. Sum verður koyrd úr bygdini og má liva úti í ongamannalandi norðuri í Fagradali og lívbjarga sær har. Sum verður so órættvíst viðfarin, men fær eisini hjálp frá onkrum góðum.

 

Her las eg um heimsins óndskap og órættvísi, men eisini um vón og vilja. Um forelskilsi – og um tað, sum var forboðið og illavorðið. Um at liva av náttúruni og um einsemi. Her hugsaði eg eisini fyrstu ferð um søgu og samfelagsviðurskifti og um, hvussu tað var “fyrr í tíðini” í Føroyum. Og eg bæði græt, vónaði og varð spentur fyri hvørja síðu, ið fór afturum. Longu tá minnist eg eisini hesa kensluna av at royna at skunda sær at lesa fyri at fáa endan á søguni  – men at eg so kortini varð harmur, tá søgan var liðug, tí eg vildi hava meira.

 

Og tað fekk meg so bara at blaka meg út yvir aðrar søgur og bøkur.

 

At lesa varð nakað nógv størri, eftir at eg hevði lisið bókina um Rannvá. Og eg sá alt møguligt í nýggjum ljósi. Ikki minst mítt egna land og Skúvoynna. Í sætta flokki fór flokkur okkara í Hoyvíkar Skúla á seturskúla í Skúvoy, og áðrenn høvdu vit avrátt, at øll skuldu royna at lesa Rannvá. Vit gingu sjálvandi fleiri ferðir norður í Fagradal, og hvørt pláss, hvør steinur og hvør túgva fekk serligt lív, tí at søgan um Rannvá varð vorðin partur av okkara hugaheimi og kenslum.



Aftur