Svalbards Robinson

Svalbards Robinson kom út í 1951, í føroyskari týðing eftir Per Mohr. Janus Kamban, mammubeiggi, teknaði myndina á permuni. Eg giti, at hann hevur sent okkum bókina suður til Skúvoyar sama árið, og helst hevur mamma fortalt okkum søguna tá. Eitt er vist, bókin fann straks vegin inn í mítt barnasinni.

Í mai 1743 siglir veiðibáturin Niva úr býnum Mezen við Hvítahavið við kós móti Svalbard. Tá ið skipið stíva viku seinni fær landkenning, verður tað byrgt inni av ísi. Semja er um at fara av skipinum, og fýra av manningini fara undan eftir ísinum at finna eina smáttu, sum veiðimenn úr Mezen hava bygt har. Teir finna húsið og liggja nátt har, men morgunin eftir sæst onki skip. Tað er farið í sor og hinir druknaðir.

Teir fýra mugu nú lívbjarga sær sum frægast í smáttuni. Teir eru stýrimaðurin Alexis, matrósarnir Steffen og Feodor og so Ivan, sum bara er 17 ár. Alexis og Steffen eru harðførir, men innast inni hjartagóðir menn, men Feodor er grenjutur, grundarringur, pátrúgvin og latur.

Við sær í land hava teir eitt sindur av kjøti og mjøli, eina byrsu, eitt krúthorn, eitt eldføri, eina øks og ein ketil. Við hesum mugu teir royna at hóra undan. Teir tetta smáttuna. Teir leita eftir rekaviði til brenni og smíð. Ivan ger eina smiðju, og teir gera sær spjót og ørvar. Teir koma eftir at veiða reindjór, seta revsfellur upp, veiða kóp og ísbjarnir, ræna egg og sláa havhest. Teir evna nálir til og gera tráð burtur úr álum av reinsskinnii. Teir evna klæðir til úr djóraskinni.

Teirra fíggindi norði í kuldanum, har frukt ikki fæst, er skyrbjóg. Men Alexis veit hyggjuráðini. Tey eru arbeiði og rørsla, lítil svøvnur og heitt djórablóð. Umframt tað ræður um at eta “eina lítla urt við tjúkkum bløðum og smáum, hvítum blómum”. Hetta er kokleareurtin, sum eisini veksur í Føroyum, og sum vit rópa eirisgras, t.e. urtin hjá Eir, læknadísini. Um at drekka djórablóð verður sagt, at Ivan

 

himpraðist við, tá ið varrarnar nærkaðu seg til sárið, men beinan vegin sum hann kendi blóðið renna niður gjøgnum vælindið, kom ein hiti í kroppin á honum. Blóðið hevði ein søtan, góðan smakk og hann helt á at slupra tað í seg.

 

Í Svalbards Robinson er ongin kvinna. Men tað kvinnuliga er har, mannliga bronglað til feigd. Tann pátrúni Feodor ávarar Ivan um at vara seg fyri Svalbardshundinum og Skyrbjógssystrunum, ræðuligum yvirnatúrligum skepnum, sum hótta veiðimannin. Systrarnar eru tær 12 døtur Heródes kongs, ein teirra ljót, hinar undurvakrar. Yvir hesi pátrúgv er okkurt, sum fær ein at hugsa um Lorelei ella Sirenurnar.

Teir skipbrotnu sleppa ikki av oynni fyrr enn seks ár seinni, og hetta er nóg long tíð til, at bókin verður eitt slag av menningarsøgu. Ivan veksur til og verður gløggur og snarráðin veiðimaður. Tann lúrni Feodor er um at láta lív av skyrbjóg, men Alexis tyktar á hann, so hann at enda verður eitt skilafólk. Men hann fær eitt sár, legst sjúkur og doyr í smáttuni, meðan bara Ivan er hjá. Frásøgnin um hetta er stutt, men ræðslan, sum rein við Ivan, tá ið hann helt, at Skyrbjógssystirin kom at taka Feodor, rein so við mítt moyra sinni, at eg gloymdi hetta ongantíð.  

Jakob R. Sverdrup skrivaði bókina við støði í frásøgn eftir russaran Le Roy. Oyggin eitur Edge og er 5030 ferkilometrar. Bókin er skrivað á einføldum máli, við fáum poetiskum sloyfum, men við nøkrum ógvisligum tilburðum og við tilfari um fugl og fenað. Roysningsdrápið til seinast er ikki stuttligur lesnaður. Men okkurt er við hesi bók, sum tekur um hjartað. Alexis, Steffen, Feodor og Ivan – Robinsons røsku skyldmenn, sum glímast við frost, myrkur, mattrot og veðursjúku – fóru ongantíð úr aftur huganum. Nú eg las bókina aftur, vóru brot í henni, sum eina ferð enn fingu eygað at døgga.



Aftur