Mítt íkast til eitt barnabókaminni

Ungu Føroyar var eitt barna- og unglingablað, sum kom út 1907-1915. Blaðstjórar vóru Símun úr Konoy og Símun av Skarði.

 

So skjótt sum eg var førur at lesa á føroyskum og skilja lestur á donskum, var lestrarhugur mín vaktur. Eg las alt, eg kom fram á, eisini um stavirnir vóru krúllutir - gotiskir, tí tá lærdu vit hesa gomlu skrift í skúlanum.

Fyrsta eg las í heimi mínum í Skumpitoft í Húsavík av føroyskum barnabókmentum, mundi vera úr Ungu Føroyum. Tað hevur sína søgu. Pápi mín, Óli á Mýrini (f. 1895), var farin í nýkomna skúlan og hevði Torvald Joensen sum lærara. Hann var áhugaður í føroyskum og mælti til at fáa haldarar av nýggja barna- og ungdómsblaðnum (1. nr. jan. 1907). Pápin og ein annar sunnandrongur fóru at halda Ungu Føroyar, sum kostaðu 1,20 kr. um árið. Hin drongurin segði skjótt blaðið frá sær. Pápi Óla var stutt frammanundan deyður, og mamman helt ikki ráðini vera til, at sonurin var einsamallur um blaðið.

Uppi á loftinum í Skumpitoft lógu nógv bløð, og millum hesi vóru Ungu Føroyar. Minnist væl framhaldssøguna Meistaratjóvurin, ta málsliga misskiltu søguna um skøtuskinnið, somuleiðis tað stuttliga at loysa gáturnar.

Foreldur míni hildu Dagblaðið og Dimmalætting. Rennur í hug hvussu væl mær dámdi at fáa fatur á bløðunum, so skjótt tey vóru komin við postbilinum. Poststaðið var sunnan fyri Á, so eg fekk tíð at lesa eitt sindur á veg heim aftur á Garð, áðrenn pápin fekk blaðið. Eg las tað mesta í bløðunum, men ikki oddagreinir. Fra fjern og nær var hildin at vera stuttligur lestur. Myndatilfarið var ikki nógv framkomið tá, men eg hevði fingið ans fyri andlitsmyndum: klipti tær út og skipaði tær í bókstavrøð!

Bløð vórðu ikki vanliga blakað burtur ella brend í komfýrinum. So á kanningarferðum á loftinum kom eg fram á bløð undan míni lestrartíð. Dagblaðið hevði eitt fylgiblað, sum kallaðist Nýtt land. Her fann eg nógva stuttligar og áhugaverdar søgur. Knút Wang var blaðstjóri á Dagblaðnum og M.S. Viðstein á fylgiblaðnum.   Hetta var mentanarblað, sum teir báðir skrivaðu, men her sluppu eisini ung at royna sítt skrivikynstur.

Eitt annað blað, sum stytti mær nógvar stundir, var Ugens Nyheder, "Vikins Nýggjheitir" sum Jóannes gubbin skemtiliga plagdi at umseta tað. Hetta danska vikublaðið við undirheitinum "Folkeblad for kristendom, oplysning og nyhed" var komið út síðan 1882. Tað man lítið og einki vera kent av fólki í dag. Onkran lesihugaðan eldri enn eg havi eg hitt, sum visti um blaðið. Men tað hava so verið haldarar í Føroyum. Eg rokni við, at Malena, omma mín úr Sakrastovu í Hesti, hevur fingið fatur í tí, helst úr Havn. Henni dámdi væl at lesa, serliga kristiligan lesnað, og hevur tí hildið blaðið. Eg fann nógv bløð, summi heil og í góðum standi, onnur illa farin og ikki í raðfylgju. Í blaðnum vóru tvær framhaldssøgur, ein fyri vaksin og ein fyri børn. Minnist serliga væl, at eg var so spentur at lesa um "ridefogeden og nådigherren", ein skaldsøga um lívið á donskum harragarði, men eg fekk ikki alt samanhangandi."Blandede nyheder" vóru áhugaverdir tíðindastubbar, sum kundu lesast fyri seg í hvørjum einstøkum blað.

Annars var ikki nógv at lesa av føroyskum barnatilfari míni fyrstu skúlaár. Tí kom eisini vaksnamannalestur uppí. Úti í hjallinum í Skumpitoft var og er bróstað kamar, har bókhill er oman fyri songina. Har fann eg fleiri bøkur, sum langabbin (f. 1814) hevði átt. Eg minnist, at eg um tíggju ára aldur fór í holt við at lesa um norsku kongarnar. Tað hevur verið donsk týðing av Heimskringlu. Nógvur spennandi lestur, so eg setti mær fyri at skriva av nógvar síður. Um somu tíð fór eg eisini at lesa i stóru Bíbliuni við krúllustavum, sum mamman hevði fingið, tá hon var níggju ára gomul frá mammu síni. Ikki var hetta alt so lættur barnalestur, men eg las hugagóður..

Skal eg hugsa meg um, so man fyrsta skaldsøgan, eg las á føroyskum, sum eg helt vera sera spennandi, vera Treasure Island eftir R.L. Stevenson, sum stóð umsett sum framhaldssøga í Dagblaðnum í 1948 (:):):)) við heitinum Loynioyggin (:)). Ikki so spennandi helt eg barnabókina Ein ribbaldur hjá Eilif Mortansson vera, sum eg fekk um somu tíð. Annars kom eg í óvitaárunum at lesa fitt av ymsum bókmentum, sum eg fekk til láns ella til gávis.

Skúlaárini í Húsavík høvdu stóran týdning fyri mín lestrarkunnleika. Sjálvt føroysku og donsku lesibøkurnar, sum vórðu lisnar upp fleiri ferðir í míni skúlatíð, hava sett seg í minnið. Hentar upplýsingar, sangir og søgur.

Summar søgur syrgiligar: Fast í minninum stendur søgan eftir Símuni av Skarði: Maðurin, sum sveik forfedrar sínar. Lærarin sjálvur dugdi væl at siga frá umframt tað, ið stóð í skúlabókum. Spennandi var, tá bókakassarnir komu av bókasavninum, og vit kundu læna bøkur.

Men ikki opnaðist tann stóri bókaheimurin, fyrr enn eg sjálvur kom til Havnar, sá allar tær nógvu bøkurnar, ið kundu keypast í Bókhandlinum. Fyrsta bókin, eg keypti mær, var á enskum, The Atlantic Islands, sum eg las við orðabók frá skyldmanninum K.O. Viderø presti. Í Havn fekk eg eyga á allar bøkurnar, ið vóru til láns á Bókasavninum. Nú vóru barnaárini farin, og hereftir skuldu bøkurnar gerast míni høvuðsamboð í arbeiðs- og frítíðarlívi.



Aftur