Mín fyrsta lesibók

Poul E. Petersen: Mín fyrsta lesibók, kom út í 1967 og var ætlað í byrjanarundirvísing í føroyskum

 

Alt eg kann minnast, havi eg havt hug at lesa. Nú eg, í sambandi við hesa áheitan, havi havt stundir at hugsa aftur á lívið, havi eg eisini hug at spyrja, hvussu alt byrjaði.
   Eg minnist nógvar góðar bøkur. Rannvá, sum tað var so synd í, og sum varpaði ljós á rættvísiskensluna. Marjun og tey, sum var so spennandi. Hin loyndarfulla oyggin, sum var eitt sindur óhugnalig. Det lille hus på Prærien, sum var ein heilt annar heimur. Emil úr Lønnibergi, sum dugdi so væl at finna uppá. Pippi  Smokkuleggur (sum tá æt Langstrømpe), sum megnaði alt. Allar hesar bøkur, umframt allar bíbliusøgurnar vit hoyrdu, var alt bøkur, sum vórðu lisnar fyri systkjum mínum og mær, sum smágenta, og sum eg síðani byrjaði at lesa sjálv.
   Hóast her eru nógvar áhugaverdar bøkur, so er bókin, eg ynski at taka fram her, ikki ein av hesum. Tá ið eg fylti trý ár í 1969, fekk eg sendandi eina bók frá langommu míni á Toftum, Sannu í Túni (Hansen). Tað var bókin Mín fyrsta lesibók eftir Poul E. Petersen, sum kom út í 1967, eitt ár eftir eg var fødd. Bókin er myndprýdd við tekningum hjá Ingálvi av Reyni og Hera Smith. Aftast eru eisini vakrar yrkingar til børn eftir Hans Andrias Djurhuus og Jákup Dahl, sum vit so mangan sungu.
   At sita aftur við bókini, nú so nógv ár eru liðin, og bókin er so nógv slitin, bløðini leys og ymiskt skrivað í hana, koma minnini. Elsa, sum sigur søgurnar um systrina Ásu, sum sá á, við spyrjandi setninginum, sá Ása á. Ígjøgnum bókina hitta vit bæði familju og vinir hjá Ásu, Óla og Elsu, eisini hvat tey takast við, bæði í skúla og í frítíðini. Eg hevði lisið bókina ígjøgnum, áðrenn eg byrjaði í 1. flokki í 1973. At sleppa at lesa sjálv, tað var ein nýggjur heimur, ið læt seg upp. Í byrjanini minnist eg eisini, at alt skuldi stavast, tá ið vit gingu ella koyrdu úti í býnum og framvið skeltum og øðrum, so stavaði eg meg ígjøgnum. Tað hugsi eg, at nógv børn kenna seg aftur í.
   Bókin er so fjøltáttað, har eru søgur, gátur, skjaldur, sangir, vers upp á rím. Har er grundarlagið fyri nógvum, sum vit fingu brúk fyri seinni í lívinum. Eg minnist enn kensluna, tá ið eg las søguna “Tá ið tarvurin kom eftir mammu”. Tað var, tá ið Ása var lítil, og mamman fór út at koyra við henni í barnavogni, og ein illur tarvur kom eftir teimum. Sum lítil genta hevði henda søgan stórt árin á meg, og helt eg hana vera óhugnaliga. Eisini minnist eg søguna “Tá ið Mikkan fór í skúla”,  Mikkan, sum var heimalamb, fór ein dagin í skúla við Ásu og Óla. Eg helt hesa søguna vera ordiliga stuttliga, tí meðan tey sungu inni í skúlastovuni, sang Mikkan við uttanfyri, mæ-mæ. Eg helt eisini, at tað var synd í Elsu, at hon bert dugdi at skriva upp í 25, tá ið lærarin væntaði, at hon átti at dugað at skriva upp í 100.  Soleiðis kundi eg hildið áfram at minst fittu søgurnar í bókini.
   Enn minnist eg kensluna av, at heimurin var so stórur. Vit hoyrdu um at systkini skuldu heilt til Suðuroyar at vitja mostur sína Lisu. Tey fóru við Smyrli, og tað kendist øgiliga langt vekk. Eisini oyggin Koltur varð nevnd, og var hon púra fremmand fyri mær. Tað var langt burtur frá Klaksvík og Norðoyggjum, ið eg vanliga sá og upplivdi.
   Okkara vakra mál hevur uppiborið, at vit gera alt fyri at børn, so tíðliga sum gjørligt, við sínum opna sinni, taka tað til sín. Tað er stórur munur á, at vit í dag hava meiri av lesnaði til børn og ung á okkara egna máli, enn tá ið eg var smágenta, men vansin í dag er kanska, at vit taka okkum ov lítla tíð til at lesa við teimum smáu. Eg eri vís í, at megnar eitt barn at lesa tað føroyska málið heilt tíðliga, so verður bæði hugurin til at lesa og eisini lívsgóðskan betri. Hetta er so sanniliga heldur ikki líkamikið fyri okkum sum land. Fyri eitthvørt barn er tað umráðandi at duga at lesa, bæði tá ið eg vaks upp, eins og í dag, og serliga eisini at kenna gleðina við at lesa. At gleða meg at koma heim úr arbeiði til eina bók, sum eg eri í ferð við at lesa, tað er ein góð kensla.



Aftur