Frá glæstribókum til tranabøkur

Fyrst vóru Glæstribøkurnar. Dunnubilla horvin, sum eg “las” fyri lítlu systur míni, sum lá í vøgguni. Men tað minnist eg ikki, tí eg var bara 3½ ára gomul og dugdi bókina orðarætt uttanat. Tann besta glæstribókin var Heidi. Eg minnist tað ikki sjálv, men mær er sagt, at tann bókin hevði so stóra ávirkan á ta 4 ára gomlu smágentuna, at hon eins og Heidi varð sjúk av longsli eftir ommuni, so foreldrini noyddust at fara við henni allan tann langa vegin av Eiði til ommu á Strondum, og tað var ein heil dagsferð tá á døgum.

Fyrsta bókin, sum eg minnist, at eg sjálv las, tá ið eg fekk hana, vóru smá hefti um børn í øðrum londum. Tey itu framíhjálestur og vóru innbundin í eina bók, ið eg fekk seks ára føðingardagin. Har vóru søgurnar um Songo úr Afrika, Sungli úr Kina, Hassan úr Arabia og Sita úr India. Spennandi søgur um ein heilt annan heim enn tann á bygd í Føroyum.

Men tann søgan, sum eg best minnist, ikki søgugongdina, men hvussu eg tók hana til mín, tað var Lítla gula húsið eftir Karsten Hoydal, sum eg las sjey ára gomul. Lýsingin hjá honum av børnunum báðum má hava rakt øgiliga væl. Framvegis ein av mínum yndisrithøvundum.

Tá vóru vit flutt til Havnar at búgva. Eg minnist ikki, hvør segði mær, at tað stóra húsið úr gróti var eitt bókasavn, men eg minnist hvussu tað var fyrstu ferð at koma inn hagar og síggja allar bøkurnar. Frá gólvi til loft, rúm aftan á rúm, fult av bókum. Eitt paradís hjá einari smágentu, sum las og las, alt, sum fyri eyga rak. Men eg minnist, at eg rakk akkurát upp á ta høgu skivuna og fekk lánaranummar fýra. Fann hillarnar við barnabókum og las tær úr enda í annan. Best vóru bøkurnar um børn í øðrum londum, ofta vóru tey foreldraleys ella farin at ferðast einsamøll. Bøkurnar hjá Estrid Ott um børn í ymsum londum; serliga Chico-bøkurnar vóru hugtakandi. Ella Giuseppe og Maria-bøkurnar um heimleys og foreldraleys børn í ruðuleikanum í Evropa aftan á seinna heimsbardaga.

Ikki allar bøkur vóru á bókasavninum. Tað var eisini gott at lesa seriubøkur, tí tær vardu so leingi. Puk, Susy, Flemming, De 5. Føroysku barnabøkurnar vóru so fáar í tali, so tær vóru skjótt lisnar. Peik, Frændaleysur og Jules Verne. Og ikki at gloyma teknirøðir og lættisoppalesnað, frá Anders And og Davy Crockett til romanirnar í Familie Journal.

Ellivu ára gomul hevði eg lisið at kalla allar barnabøkurnar á tí gamla bókasavninum, og tá fluttu vit til Keypmannahavnar í eitt ár. Har var skúlabókasavn, so nú var lagamanni at lesa. Einar tíggju bøkur um vikuna – men eg minnist ikki nógv av teimum. Har hendi so nógv annað, sum var nýtt og spennandi.

Heimafturkomin var tíðin komin at lesa ungdóms- og vaksnamannabøkur. Tær bestu vóru Lognbrá og Fastatøkur hjá Heðin Brú. Las tær upp í saman, bøkurnar um Høgna, sum longdist eftir gentuni við tí fagra gula hári. Í 7. flokki í Kommunuskúlanum høvdu vit ein dansktlærara, sum las fyri okkum: Barndommens gade eftir Tove Ditlevsen. Tá var deyðatøgn inni í hesum annars rættiliga ófriðarliga flokkinum. Vikarurin fyri føroysktlæraran var enn betur, tí hann las ikki søgu fyri okkum, hann fortaldi: Dr. Jekyll og Mister Hyde. Tað var spennandi, og tá var enn stillari inni.

Síðan komu tær donsku tranabøkurnar, og tað er ein heilt onnur søga.



Aftur