Eg havi leitað

Framíhjálestur eftir B. B. Møller er ein skúlabók við seks ævintýrum úr ymsum londum. Hon kom út í 1959 á Bókadeild Føroya Lærarafelags.

 

Tykir mær løgið, men bilsin eri eg ikki. Havi leitað og leitað eftir tí serligu løtuni, serligu søguni og ella bókini, ið gróðursetti spíran til brennandi hugin at lesa, men eg finni onki avgerandi mið. Ávísar brotmyndir, men onki avgerandi, ella ..?

Hóast talið av bókum á føroyskum máli í mínum barndómi ikki stendur mát við rúgvismikla útboðið anno 2015, so lósu foreldrini fyri mær heima við hús, og í skúlanum dámdi mær so sera væl at hoyra søgur, og tá ið lærarin segði frá.

Í drúgvu leitanini kom eg fram á tríggjar brotmyndir ella løtur.

Beint norðanfyri barnaheimið hjá mær búði Hjørdis Jensen, ið eisini var lærari mín í føroyskum máli fyrstu skúlaárini.

Hvør komin var við hugskotinum, minnist eg onki um, men drúgvu tilgongdina minnist eg væl. Eg skuldi skriva eina søgu til Barnablaðið. Ikki hissini uppgáva! Hjørdis var holl í ráðum og hjálpsom, og endin varð, at eg debuteraði við søgu um Mol(d)búgvarnar. At fáa Barnablaðið upp í hendurnar og síggja navn mítt undir søguni, ið eg hevði skrivað ella endurfortalt, var stórt. Ella tað má tað hava verið, tí eg minnist tað við miklari gleði enn í dag smá 40 ár seinni.

Míni barnaeygu sóu ikki sjónvarp ella aðrar skíggjar, men oyruni lýddu av og á á søgur í Útvarpi Føroya. Tær ymisku røddirnar úr lurtinum, ymiska tónalagið og søgurnar, ið eg hoyrdi og hoyrdi fólk tosa um, hava uttan iva eisini verið kveikjarar. At sleppa út í hugans heim lurtandi eftir stórbærum søgum. Illa dámdi mær tó nakrar av teimum heldur syrgiligu søgunum, ið lisnar vórðu. Ørminnist, at eg tíðum slapp mær upp á loft og læt kamarshurðina aftur, tá ið syrgna kvinnurøddin borðreiddi við tí, ið ljóðaði, sum skuldi alt syndrast. Dreingir gráta ikki, og eg kendi klumpin í hálsinum hvørja ferð, og eg vildi ikki lurta. Minnist ikki, hvør las, ei heldur minnist eg, hvør bókin/søgan var, men kenslan er har enn onkustaðni í minninum. Møtti hesi somu kenslu í skúlanum, tá ið Ada á Reynatúgvu las fyri okkum søguna um Rannvá. Á den neyð og tregi. Søgan var góð og upplesturin hugvekjandi, men tað var so synd í Rannvá, so órættvíst. Eg vildi gráta, men kundi ikki loyva mær, kundi ikki geva mær loyvi. Næstu nógvu árini vórðu nógvar bøkur lisnar, ið stillisliga hálaðu tár úr eygnakrókinum.

Tá ið eg fyri smáum 10 árum síðani byrjaði sum lærari í Sands Skúla og fór at undirvísa børnum í 1. til og við 5.flokki,  kom eg fram á eina bók, sum tók meg nógv ár aftur í tíðina. Blaðaði gjøgnum bókina og kendi aftur góðu kensluna. Eitt slag av sigurskenslu, kanska enntá stoltleika. Bókin kallast Framíhjálestur 1-6. Í henni hoyra vit um børn ymsastaðni runt um í heiminum. Fyrsta søgan eitur Songo úr Afrika. Kendi myndirnar og tekstin væl aftur. Mintist væl, hvussu spennandi tað var at lesa um børn úti í risastóru verð. Minstist væl, hvussu deilig kenslan var sjálvur at lesa um hesi børn, sjálvur at ogna sær vitan, sjálvur at droyma seg burtur í annan heim, hóast mín heimur var tann besti og tryggasti. Lesingin var skínandi lykilin, ið læt stórar og spennandi hurðar á víðan vegg og til bar at fara innar at vitja.

Eg havi leitað, men fann ikki avgerandi svarið. Fann brotmyndir. Helst er avgerandi spírin ein samanrenning av m.ø nevndu brotmyndum. Mol(d)búgvar, Songo úr Afrika, Sungli úr Kina, Hassan úr Arabia, Rannvá og nógv, nógv onnur við teimum tendraðu lítlan neista, ið gjørdist til logandi eld, ið lýsir áhaldandi og gevur hita.

At leita er at lesa, at lesa er at leita! 



Aftur