Enski rithøvundurin Georgia Byng sigur um høvuðspersónin í Ótrúligu hypnosubókini hjá Molly Moon, at hon hevur skrivað um hendingarnar, sum Molly er fyri, tí at hon heldur tað vera órættvíst, at summi børn hava so ringar umstøður; tey trongja til, at okkurt heilt ótrúliga gott fer at henda.
Molly býr á barnaheimi, har tey ikki fara væl við børnum. Ein dagin kemur hon fram á eina hypnosubók, sum gevur henni vald yvir fólki og fær tað ótrúligasta at henda.
Aftur