Í savninum eru sekstan stuttsøgur, sum lýsa forelskilsi og kærleika, og ikki bara tann tú vilt taka ímóti, men eisini tann tú helst vildi verið fyriuttan.
“Á einum bonki uttan fyri bygdarhúsið. Tað er ov friðarligt. Hon fer í taskuna og finnur eina lunkaða øl, sum hon rættir honum. Hann fær proppin av móti kantinum á bonkinum og gevur henni at drekka fyrst. Hon fær brús upp í nøsina og flennir. Varrarnar á henni eru vátar og freistandi, men hann heldur sær og sýgur heldur fløskuna.”
Bókin kemur út á 8 málum samstundis og er úrslit av norðurlendskum samstarvi.
Ummæli:
Bent Rasmussen: Elsker mig - elsker mig ikke. Kærlighedsnoveller fra hele Norden. Undervisere.dk
Lena Kjersén Edman: Om läppar som vill kyssa. Opsis Kalopsis. nr. 4/2010
Siv Widerberg: Älskar, älskar inte/Kääärlek. Göteborg-Posten 12. januar 2011
Aftur