Gøtan hjá Gudmundi er onnur bókin um Gudmund. Fyri fyrru bókina Summarið hjá Gudmundi fekk Stian Holte nógvar virðislønir, m.a. Brageprisen og Bologne Ragazzi Award.
Summarið hjá Gudmundi er farið, men enn er hann stúrin. Ikki fyri skúlanum, men fyri Róa í fjórða. Rói lokkar Gudmund at seta eld á turra grasið í urtagarðinum hjá Frímerkjamanninum – gamla manninum í grannalagnum. Tá ið eldur festir, rýmir Rói, meðan Gudmund hjálpir at sløkkja eldin.
So við og við verða Gudmund og gamli (og kanska eitt sindur løgni) maðurin vinir, og hetta tykist at gagna teimum báðum.
Aftur