Pápin og havið

Tove Jansson

Langt úti í havinum lá oyggin. Hon var so at siga oyðin. Har var ein viti, men hann var sløktur. Á einum tanga búði ein útróðrarmaður, men hann segði onki. Út á hesa oynna førdi pápin familju sína, sum hann vildi verja og fjálga um.

Oyggin var øðrvísi. Hon var nakað heilt annað enn Mumidalur, har alt var, sum tað skuldi. Satt at siga sá tað út til at fara at gerast heilt vandamikið á oynni. Hetta var um at broyta alt - uttan Lítlu Mý. Og orsøkin var havið, sum ikki fekst greiði á. Tað, sum neyðugt var, var ein stormur, eitt bjargingarbragd og  at vitin aftur varð tendraður. Havið hevði kanska vánaliga muru, men tað var ein fittur fíggindi …  

 

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2014
  • Tove Jansson
  • Karl N. Hansen
  • svenskt
  • Tove Jansson
  • trøll, mumidalur
  • 214
  • innbundin
  • 978-99972-0-066-2