Happy

Linn T. Sunne

Bókin til sjeynda torleikastig er Happy, sum er ungdómsbók um tað at vera nýggj í flokkinum og um at lúgva og látast sum um.

Ein hjartanemandi søga um sorg, einsemi og happing. Søgan er um gentuna Mo, sum kemur nýggj í ein flokk; í staðin fyri at siga frá, hvaðan hon kemur og hvat hon hevur upplivað, byrjar hon at lúgva og finna uppá søgur ...

Happy er ein væl skrivað bók á einføldum og løttum máli. Høvundurin megnar sera væl at lýsa innara uppreisturin í høvuðspersóninum eins og ytra ruðuleikan, hon kemur sær í, tí í staðin fyri at síggja í eyguni, tað, sum er farið fram, finnur hon uppá søgur. Tí handan alt fjalir seg ein syrgilig søga.

Søgan er nútíðarlig og fangandi.

Bókin fekk í 2007 Brageprisen, sum er ein stór viðurkenning í Noregi.

 

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2011
  • Linn T. Sunne
  • Lena Jacobsen
  • norskt
  • Inger Sandved Anfinsen
  • sorg, einsemi, happing
  • 92
  • heft
  • 978-99918-1-852-8