Shabanu

Suzanne Fisher Staples

Shabanu er yngra dóttirin hjá flakktjóðahúski í Cholistanoyðimørkini í pakistan. Eldra systirin, Phulan, er trúlovað og fyrireikar seg til nýggjau tilveru sína sum kona Hamirs. Foreldrini hava eisini fyrireikað giftu Shabanus við yngra beiggja Hamirs, tá ið hon um fá ár er giftingarfør.

Men beint tá ið øll gleða seg til at halda brúðleypið hjá Phulan og Hamir, fer alt fyri bakka, tí stórbóndin verður hugtikin í Phulan og vil hava hana. Shabanu, mamman og Phulan flýggja; pápin roynir at greiða trupulleikarnar.
Men menn stórbóndans drepa Hamir, og at fáa eina friðaravtalu og tryggja framtíð teirra, noyðist pápin at lova eldra beiggja stórbóndans, sum hevur tríggjar konur, Shabanu.
  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 1993
  • Suzanne Fisher Staples
  • Bergljót av Skarði
  • enskt
  • Svend Otto S
  • tvingsilsgifta
  • 279
  • heft