Stravaganza. Grímubýurin

Mary Hoffmann
Grímubýurin er ein tølandi frásøga um Lucien úr Englandi og Arionnu úr Talia, um hertogafrúuna í Belezza og vin hennara, tann duldarfulla Rodolfo, sum verður tann, sum hjálpir Lucien at taka eina avgerð um at liva ella at doyggja í Belezza ella í London.
Kápan á bókini Stravaganza Grímubýurin boðar frá, at hetta er ein serlig bók.
Á kápuni er ein glitrandi gríma, og undir kápuni hómast ein sera væl kendur málningur av gondolum í Venezia.
Søgan fer fram í javnfjarum verðum, hetta er vanligt í slíkum fantasybókum.
Í søguni ferðast Lucien aftur og fram ímillum sína egnu verð, sum er í London á okkara døgum, og Talia, sum er ein verð í 16. øld. Talia er bæði lík og ólík tí Italia, sum vit kenna. Munurin er tann, at Talia gjørdist ein sjálvstøðug verð eftir bardagan millum Romulus og Remus. Í Italia vann Romulus sum kunnugt stríðið og grundaði Rom, í Talia vann Remus og grundaði Remora, høvuðsstaðin í remanska ríkinum.
Grímubýurin er ein tølandi frásøga um Lucien úr Englandi og Arionnu úr Talia, um hertogafrúuna í Belezza og vin hennara, tann duldarfulla Rodolfo, sum verður tann, sum hjálpir Lucien at taka eina avgerð um at liva ella at doyggja í Belezza ella í London.
  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2005
  • Mary Hoffmann
  • Jón Joensen
  • enskt
  • Peter Bailey
  • fantasy
  • 332
  • heft við klaffum
  • 99918-1-460-4