Havoc - Nú vendist ikki aftur

Chris Wooding

'Teir koma eftir tær. teir koma eftir okkum báðum. onnur bókin í spennandi ræðusøguni, sum fer fram í einari teknisøgu

Tað eydnaðist Seth at flýggja úr Malice, tí ræðuliga heiminum inni í einari teknisøgu, men vinkonan Kady er enn fangað har. Nú má hann gera alt fyri at koma aftur og bjarga henni.

Kady hevur sítt egna at stríðast við. Hon roynir at finna Havoc, ein bólk av uppreistrarhugaðum børnum, sum ætla at gera enda á Tall Jake, tí ónda harranum yvir Malice. Og sjálvur vil hann gera alt fyri at steðga teimum ...

Fyrra bókini Malice (á føroyskum 2011) fekk rósandi orð við á vegnum frá blaðnum The Guardian: 'Framúrskarandi ... fult av fantastiska ólekrum skapningum.'

Henda seinna er ikki minni fantastisk og eisini full av ólekrum skapningum!

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2012
  • Chris Wooding
  • Mortan Ó. Vang
  • enskt
  • Dan Chernett
  • ræðusøga, teknisøga
  • 405
  • heft
  • 978-99918-74-25-8