Jólaeinglarnir

Else Wenz-Viëtor

Ein bók um einglar við myndum, sum fáa okkum at hugsa um góðar, gamlar dagar

Stillisliga sveima teir niður til okkara at hjálpa har, ið á stendur.

Ein eingil flýgur í kuldanum út í skógin við føði til dýrini.

Ein eingil hjálpir jólamanninum at bera jólapakkarnar, og ein eingil flýgur við brævinum, sum ein genta var heldur sein at skriva jólamanninum.

Einglarnir gera alt til reiðar, til Jesusbarnið kemur.

Í bókini eru tíggju einglar, sum koma fram ein og ein, so hvørt sum tú blaðar.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2010
  • Else Wenz-Viëtor
  • Amy Tausen
  • týskt
  • Else Wenz-Viëtor
  • jól, einglar
  • 22
  • innbundin
  • 978-99918-1-784-2