Fyrstu hundrað orðini

Heather Amery

Myndir kunnu siga meira enn túsund orð, og FYRSTU HUNDRAÐ ORÐINI fer heilt vist at frøa og stimbra børnini at læra tey fyrstu orðini. 

 

Orð og myndir fylgjast, og hetta ger, at lætt er at læra nýggj orð og at kenna aftur longu lærd orð. Í bókini eru nógv væl kend fyribrigdi úr gerandisdegnum hjá barninum og nógvir lutir at tosa um. Hetta gevur høvi at tosa saman um, hvat so man fara at henda. Til ber eisini at telja djór og seta saman djór og ymsar lutir. 

 

Hetta er 4. útgávan av bókini. 

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2021
  • Heather Amery
  • Pauli Hansen
  • Enskt
  • Stephen Cartwright
  • Smábarnabók, frálærubók
  • 32
  • Innbundin
  • 978-99972-0-711-1