Stavraðið

Forlaget Bolden

Skúlabyrjan er ein røð av heftum til børn millum 5-7 ár, har tey kunnu læra tøl, bókstavir og annað

Hefti við føroyska stavraðnum, har barnið eisini venir fínrørslulagið, logiska sansin og eygleiðingarevnini.

Í heftinum eru fleiri enn 40 klistrimerki, sum kunnu setast á síðurnar, so hvørt sum barnið hevur loyst uppgávurnar.

Barnið sleppur eisini at leggja lit á tekningar og heingja prógvið upp á veggin, tá ið tað er komið ígjøgnum heftið.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2017
  • Forlaget Bolden
  • Jenny Johannessen
  • danskt
  • Editions Caramel
  • uppgávur, skúlabyrjan
  • 26
  • heft
  • 978-99972-0-329-8