Heimsins vakrastu brillur

Sjeynda bókin í røðini Í skúla, sum eru bøkur, ið eru lættar at lesa, og sum eru um tað at fara í fyrsta flokk.

Rithøvundur: Helena Bross

Týðari: Kristianna Poulsen

Myndir: Christel Rönns

Útgávuár: 2016

Upprunamál: svenskt

Evni: skúli, brillur

Síðutal: 62

Slag: innbundin

ISBN: 978-99972-0-194-2




Lóa verður vald at vera Lucia. Lóa hevur stutt, svart hár og brillur. Kanst tú vera Lucia, tá tú ert myrkhærd og brúkar brillur? Eigur lucia ikki at vera ljóshærd og líkjast einum eingli?

Lóa verður kedd og bangin, men alt lagar seg at enda.


Aftur