Vinni vespa

Í hesi frálíku myndabókini hoyra vit um drotningavespuna Vinni. Vinni vespa vaknar eftir at hava sovið ein heilan vetur.

Rithøvundur: Oddvør Johansen

Týðari:

Myndir: Jón Sonni Jensen

Útgávuár: 2009

Upprunamál: føroyskt

Evni: vespa

Síðutal: 28

Slag: innbundin

ISBN: 978-99918-1-723-1




Niðri millum blómurnar í urtapottinum situr ein vespa. Ein heilt vanlig vespa við gulum strípum á kroppinum. Hon er akkurát vaknað. Hugsa tær til, hon hevur sovið allan tann langa veturin niðri í urtapottinum. Meðan tað hevur regnað og kavað, og meðan stormarnir hava ýlt, og tað hevur fryst.
Men . . . snodd. . . snodd. . . so skjótt vespan kennir angan av várinum, springur hon upp úr svøvni og er klárvakin.

Bókin lýsir á stuttligan hátt, hvussu vit ræðast vespurnar sum pestina, og hvønn týdning vespurnar hava. Ein frálík bók til tey 3-6 ára gomlu, sum læra at síggja vespuna á ein ørðvísi hátt.

 


Aftur