Vampýrella

ein øðrvísi vampýrsøga um tvíburabeiggjarnar og systrina Ellu, sum brádliga broytist frá at vera ein fitt stórasystir til ... ein vampýr.

Rithøvundur: Edward Fuglø

Týðari:

Myndir: Edward Fuglø

Útgávuár: 2011

Upprunamál: føroyskt

Evni: vampýrur, systkin

Síðutal: 32

Slag: innbundin

ISBN: 978-99918-1-899-3




Fullmánin hongur stórur yvir húsunum. Vit halda ondini. Gardinurnar verða drignar frá, og so verður vindeygað latið upp. Og hygg, har er Vampýrella! Vit krúpa saman og gera okkum so lítlar sum gjørligt. Vampýrella krýpur upp í vindeygakarmin, og so situr hon har og hýkur eina løtu. Hon skimast í allar ættir, sum ein ravnur. Eyguni lýsa.
Hjartað dukar í bringuni á mær, hetta kann ikki passa, hetta er heilt óveruligt. Eg gníggi mær um eyguni og hyggi aftur. Men jú, Vampýrella situr enn har. Hon líka sum tevjar út í luftina.
Hon er púra verulig.


Aftur