Úti í rúmdini

Seinast sólarmyrking var í Føroyum, løgdu fólk til merkis, at hønurnar fóru inn í høsnarhúsið, settu seg á vaglið og sovnaðu. Hetta og mangt annað spennandi kanst tú lesa um í hesari forvitnisligu bókini.

Rithøvundur: Beinta Johannessen

Týðari:

Myndir: Jóannis Sørensen, Ólavur Fredriksen, Pól Jespersen og onnur

Útgávuár: 2014

Upprunamál: føroyskt

Evni: rúmdin

Síðutal: 52

Slag: heft

ISBN: 978-99972-0-093-8




Úti í rúmdini er faktabók um – sum heitið sigur – rúmdina. Tað er Beinta Johannessen, sum hevur skrivað. Í bókini kanst tú lesa um, hvar rúmdin er, hvat er í rúmdini, mánan og mánaferðir, sólina og sólarmyrking og mangt, mangt annað forvitnisligt.

Bókin er ógvuliga aktuell, nú vit hava sólarmyrking komandi ár; har er ymiskt forkunnugt at lesa um, tá ið sólarmyrking var í Føroyum seinast.

Pól Jespersen, sum hevur skrivað virðisløntu bókina Rúmdin, hevur verið fakligur ráðgevi.

 

Violettur faktakrabbi

 

Uppgáva


Aftur