Úr Mosakulluni - Veturin hjá Undu

Hetta er onnur bókin í røðini: Úr Mosakulluni. Fyrra bókin: Várferðin til brúnna er júst nú í uppskoti at vinna barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins.
 

Rithøvundur: Rakel Helmsdal

Týðari:

Myndir: Edward Fuglø

Útgávuár: 2009

Upprunamál: føroyskt

Evni: hjálpsemi

Síðutal: 140

Slag: innbundin við lesibandi

ISBN: 978-99918-1-747-7




Nói er ikki nakar djarvur sniffil, men tá ein av elstu vinum hansara, áarsveimið Unda, er í deyðavanda, fer hann kortini út á eina vandamikla ferð ígjøgnum tann kavaklædda Dalin. Og tað er ikki bara kuldan, hann skal varða seg fyri – alt er øðrvísi, tá kavi er.
Annar partur í røðini um tær smáu verurnar, ið búgva undir brúnni.

Í bókini er lesiband, so væl ber til at finna aftur á, har tú seinast las fyri barninum.


Aftur