Turbo vil verða yrkisleikari

Tað skal vera stuttligt at spæla fótbólt! Turbo dámar at spæla fótbólt, og hann dugir væl.

Rithøvundur: Ulf Sindt

Týðari: Hjørdis Heindriksdóttir

Myndir: Gunilla Kvarnström

Útgávuár: 2013

Upprunamál: svenskt

Evni: fótbóltur

Síðutal: 47

Slag: heft

ISBN: 978-99972-0-005-1




Ein dagin kemur ein venjari frá einum øðrum liði og spyr Turbo, um hann vil venja saman við teimum. Tað er eitt gott lið, og Turbo verður sjálvandi øgiliga errin og ger av at fara at spæla við.
At byrja við er alt gott, men spakuliga varnast Turbo meir og meir, at tað stuttliga við at spæla fótbólt ikki er so stuttligt á hesum liðnum. Hann fer at leingjast aftur til tað gamla liðið, og tað endar við, at hann fer aftur til gamla liðið og vinmenninar, sum hava tað so stuttligt saman bæði á vøllinum og uttanfyri.

 

Violettur krabbi

 

Uppgáva

 


Aftur