Tú & Tú & Tú

Lívið hjá Anon, Zarah og Nils vevjist inn í hvørt annað í einum meldri av lívi, deyða, kærleika, hatri og longsli.

Rithøvundur: Per Nilsson

Týðari: Jákup í Skemmuni

Myndir: Patrik Lindvall

Útgávuár: 2003

Upprunamál: svenskt

Evni:

Síðutal: 279

Slag: heft við klaffum

ISBN: 99918-1-374-8




Anon, Zarah og Nils. Teirra lív flættast inn í hvørt annað á spennandi og serligan hátt.
Anon, 12 ár, er nakað serligur. Í skúlanum verður hann onkuntíð happaður. Anon í bláum stivlum.
Zarah, 17 ár, vøkur sum ein prinsessa, gløgg og órødd. Ætlar í grundini at gera tað liðugt við sjeikin Viktor, men vit og kensla eru – sum so mangan – ikki samd.
Nils, 20 ár, lesur støddfrøði og hugsar nógv um lívið og deyðan. Vit liva nú. So eru vit deyð. Einki er at vera bangin fyri.


Aftur