Tey í 5.B - Vikarurin

Upprunaføroysk spenningssøga, ið er fyrsta í røðini um Barbaru, Berg og tey í 5B

Rithøvundur: Helle Thede Johansen

Týðari:

Myndir: Allan Korsager Davidsen

Útgávuár: 2010

Upprunamál: føroyskt

Evni:

Síðutal: 68

Slag: heft

ISBN: 978-99918-1-794-1




"Tá ið teir eru komnir næstan út á Boðanes aftur, hómar Bergur onkran á gøtuni næstan uppi við tyrlupallin. Tað er onkur, ið dragsar okkurt tungt. Hann hoykir seg niður aftan fyri ein klett fyri at hyggja nærri. Ronaldo leggur seg við síðuna av. Tað gongur ein lítil løta, áðrenn Bergur finnur útav, hvør tað er. Tað er Jesper. og tað,hann ber, er Barbaru."

 

Flokkurin fær ein danskan vikar, sum hevur verið hermaður í Mjørkadali. Men okkurt undarligt er við honum. Hví roynir hann at fjala okkurt, og hví møta tey honum á løgnum støðum? Er hann ein njósnari ella okkurt nógv verri?
Hetta er ein øðrvísi upprunaføroysk bók, ið viðger evnið Geocaching.

 

Uppgávur:

Vikarurin


Aftur