Svim fyri lívinum

Svim fyri lívinum er ein skelkandi søga um happing. Hevur tú lisið hana, gloymir tú hana ikki.

Rithøvundur: Torvald Sund

Týðari: Brynhild Andreasen

Myndir: Astrid Andreasen

Útgávuár: 1996

Upprunamál: norskt

Evni: happing

Síðutal: 94

Slag: heft við klaffum

ISBN: 99918-1-057-9




Drongurin Kim hevur ógvuliga stóran áhuga fyri toski. Tað byrjar sum vanligur áhugi, men endar við, at hann verður sjúkliga upptikin av toskum. Eingin tekur hann í álvara, og øll, bæði mamman, lærarin og vinirnir gera gjøldur burtur úr honum. Hetta ger, at hann fer meiri og meiri inn í seg sjálvan og livir í síni dreymaverð.
Í veruleikanum hevði endin óivað verið tann, at Kim tekur lívið av sær, men í hesi bókini verður hann til ein tosk. Endiliga er hann millum vinir.
Hetta gevur rúm fyri fleiri tulkingum. Ein tulking kundi verið, at Kim druknar seg, men hetta hevði verið ov mikið fyri beiggja hansara Ova. Ovi vil vera við, at Kim nú svimur lukkuligur í havinum.
Svim fyri lívinum er ein skelkandi søga um happing. Hevur tú lisið hana, gloymir tú hana ikki.


Aftur