Stóra ævintýrbókin

Ein nýggj ævintýrbók við átta ævintýrum

Rithøvundur: H.C.Andersen/Grimm/Asbjørnsen og Moe

Týðari: Amy Tausen, Niels Jákup Thomsen, Marius Johannesen, Hervør Jákupsson, Pauli Hansen

Myndir: Svend Otto S

Útgávuár: 2010

Upprunamál: danskt

Evni: ævintýr

Síðutal: 216

Slag: innbundin

ISBN: 978-99918-1-780-4




Ævintýrini eru úr søvnum hjá Grimm, H.C.Andersen og Asbjørnsen og Moe.
Fleiri hava áður verið á prenti, men eitt nú ævintýrið um Pannukøkuna hevur ikki verið at funnið í føroyskum ævintýrsøvnum áður.
Ævintýrið um mannin, ið skuldi halda hús hevur verið í myndabókaútgávu fyrr, men ævintýrið í hesum savninum er nú at lesa í fullum líki.
Men við ævintýrum er tað soleiðis vorðið, at tú kanst lesa tey aftur og aftur. So Reyðhúgva, mishátti dunnuungin, Tornarósa, býartónleikararnir í Bremen, bukkarnir Brúsi og øll hini kunnu lesast fyri børnum fleiri ferðir og eru líka so stuttlig hvørja ferð.
Svend Otto S hevur myndprýtt Stóru ævintýrbókina. Hon er 216 bls. og innbundin. Tað eru tey fimm Hervør Jákupsson, Pauli Hansen, Niels Jákup Thomsen, Marius Johannesen og Amy Tausen, ið hava týtt.
 


Aftur