Skrímslahæddir

Børn í mongum londum hava rættiliga tikið bøkurnar um skrímslini til sín, so væntandi fer teimum at dáma bókina Skrímslahæddir eisini.

Rithøvundur: Rakel Helmsdal/Kalle Guettler/Áslaug jónsdóttir

Týðari:

Myndir: Áslaug Jónsdóttir

Útgávuár: 2011

Upprunamál: føroyskt/svenskt/íslendskt

Evni: dirvi/reyp

Síðutal: 32

Slag: innbundin

ISBN: 978-99918-1-808-5




Bøkurnar um skrímslini eru á sjey ymsum málum og hava fingið virðislønir og viðurkenningar og frálík ummæli uttanlands. Stór og smá kring heimin dámar væl skrímslini bæði. Og tað er ikki uttan grund. Høvundarnir hava megnað at viðgera fleiri av teimum evnum, ið upptaka yngru børnini.

Í hesari bókini ræðist lítla skrímsl hæddir. Men tað er sjálvandi ikki nakað, mann sigur fyri øðrum og slett ikki Stóra Skrímsli, ið torir at klintra øgiliga høgt. Í staðin reypar mann sær og sigur seg tora alt møguligt.

Málið í bókunum líkist nógv barnamáli og er helst ein av orsøkunum til, at børnum dámar tær so væl. Men fyrst og fremst eru hetta góðar søgur, sum hóast tær hava skrímsl sum høvuðspersónar tosa beinleiðis til barnið í okkum.


Aftur