Silvurið. Trøll 1

Fyrra tekniraðshefti av tveimum um trøll

Rithøvundur: Terje Nordberg

Týðari: Pauli Hansen

Myndir: Arild Midthun

Útgávuár: 1989

Upprunamál: norskt

Evni: teknirøð, trøll

Síðutal: 46

Slag: heft

ISBN:




Uppi í oyðini leitar Sjúrður hvassi eftir horvna silvurnáminum hjá Christiani Fjórða.

Námið varð stongt fyri fýra hundrað árum síðan, og eingin hevur funnið tað aftur - einki menniskja, ið hvussu er.

Men hvør annar heldur til í náminum, er ikki gott at vita. Søgnin sigur, at trøllavættrar róku kongsins menn úr náminum.

Eitt er, ið hvussu er, vist. Tað, sum fekk kongsins menn at flýggja á sinni, er enn tann dag í dag uppi millum fjalla.

Enntá ein forherðingur sum Sjúrður Hvassi má lata sær lynda ...


Aftur