Salmiakk og Spøki

Hevði Salmiakk sjálvur sloppið at valt, hevði hann itið Jesus, Fantomið ella Klaus-Bertil. Klaus-Bertil er eitt navn, ið líkist teimum hjá hinum børnunum, øll eru góð við Jesus og Fantomið er ongantíð bangið

Rithøvundur: Moni Nilsson-Brännström

Týðari: Bergur Rasmussen

Myndir: Lisen Adbåge

Útgávuár: 2008

Upprunamál: svenskt

Evni: happing, tunglyndi

Síðutal: 210

Slag: heft

ISBN: 978-99918-1-638-8




Salmiakk býr úti á bygd í Norðnesi og verður altíð happaður, kanska serliga tí at hann er komin úr býnum út á bygd at búgva.
Tað ringasta er, at hann ongan vin eigur at spæla við, og hetta ynskir hann sær allarmest av øllum. Og so ein dagin flytur Spøki inn í kamarið hjá Salmiakk, og síðan verður alt broytt, tí hann gevur Salmiakk dirvi at standa ímóti ágangi.
Hon, ið skrivað hevur bókina, hevur nógv upp á hjartað. Her verður sagt frá um happing, tunglyndi, skilnað, men eisini um góðsku og tryggleika.
Hóast evnið er álvarsamt, so er bókin ikki syrgilig, men tvørturímóti er hon á tremur við skemti, varma og klikkaðum hugskotum, og so hevur hon fitt av álvara í sær eisini.


Aftur