Sálarátari

Triðja bókin í einari røð av bókum um dreingin Torak og gentuna Renn, sum striðast móti óndum verum í bítandi ísoyðimørkini.

Rithøvundur: Michelle Paver

Týðari: Bergur Rasmussen

Myndir: Geoff Taylor

Útgávuár: 2007

Upprunamál: enskt

Evni:

Síðutal: 283

Slag: heft við klaffum

ISBN: 978-99918-1-567-1




Triðja bókin í einari røð av bókum um dreingin Torak og gentuna Renn, sum striðast móti óndum verum í bítandi ísoyðimørkini.
Úlvurin, sum Torak kom fram á í fyrstu bókini, gjørdist úlvsbróðir hansara, og í hesari er hann rændur av óndum sálarátarum. Torak og Renn noyðast at seta lívið í vága fyri at bjarga úlvi, og tey koma nærri óndskapinum enn nakrantíð áður.
Sálarátari er ein hugtakandi søga um trúfesti og sakn og ein skakandi lýsing av tí ónda.
Bókaverkið, sum hevur heitið Krýnikur úr døkkari fortíð er ikki nakað løtuverk. Rithøvundurin, Michelle Paver, hevur lagt seg eftir at kanna, hvussu fólk hava livað í fyrndini og allir upplýsingar um djór og vøkstur eru somuleiðis væl og virðiliga kannaðir.
Bókaverkið, sum higartil telur bøkurnar Úlvsbróðir, Andafjakkari og Sálarátari er spennandi lesnaður hjá tí, sum leggur dent á dygd.


Aftur