Paddington

Um bjørnina, sum kom úr myrkasta Peru og endaði á Paddington støðini í London.
 

Rithøvundur: Michael Bond

Týðari: Pauli Hansen

Myndir: R. W. Alley

Útgávuár: 2009

Upprunamál: enskt

Evni:

Síðutal: 30

Slag: innbundin

ISBN: 978-99918-1-650-0




Á Paddington støðini vóru henda sama dag hjúnini Brown stødd, og tey varnaðust bjørnina, sum sat einsamøll og kúrdi. Hjúnini tóku synd í henni, kallaðu hana upp eftir støðini og tóku hana heim við sær í Windsor Gardens, og har hevur hon búð síðan.
Fyrsta søgan um Paddington varð skrivað í 1958. Á Bókadeildini halda tey, at nú má vera tíð uppá, at eisini føroysk børn koma at kenna hesa fittu bjørnina í tí reyða, eitt sindur rukkuta hattinum og tí bláa kotinum.


Aftur